Tað gongur seint at skifta felag

Fleiri av spælarunum, sum í aðru viku fara til Svøríkis við landsliðnum, skrásettir í øðrum feløgum enn teimum, sum teir fara at umboða í hesum kappingarárinum

 

felagsskiofti


Listin við teimum átjan landsliðsspælarunum, sum fyrst í aðru viku skulu til Svøríkis at standa í andglettinum, líkist sær sjálvum. Talan er so at siga bara um tordenskjoldssoldátar. Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 29. januar. Ferðast verður umvegis Keypmannahavn. Dysturin ímóti Svøríki verður spældur mikudagin 31. januar klokkan 18.00. Hann verður spældur í innandura høll í Växjö.

Pól Thorsteinsson er við aftur, eftir at leikbannið frá Kekkia dystinum í fyrraárið helt honum burtur í fjør (og fer at halda honum uttanfyri í Luksemburg í mars). Merkisvert er tað, at Christian Høgni Jacobsen nú hevur vunnið sær pláss ímillum teir fyrstu átjan. Hann er einasti maður í átjan manna hópinum, sum enn ikki hevur spælt á landsliðnum.

Í fyrsta umfari hevur Allan Simonsen sent boð eftir hesum spælarunum: Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen og Øssur Hansen úr B68. Jóhannis Joensen og Allan Mørkøre úr HB, Rógvi Jacobsen, KÍ og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ. Hinir ellivu spælararnir eru ? sambært kunngjørda listanum ? skrásettir í útlendskum feløgum. Teir eru Uni Arge, Akranes, Sámal Joensen, Jens Martin Knudsen og John Petersen, Leiftur, Pól Thorsteinsson, Valur, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre, Sogndal, Óli Johannesen, Hvidovre, Johan B. Hansen, OB, Jákup Mikkelsen, Herfølge, og Todi Jónsson, FCK.

Tað er longu nú greitt, at í hvussu so er eitt avboð verður. Talan er um Julian Johnsson, sum sunnudagin breyt beinið. Ivaleyst verður fyrsti eykamaðurin og aðrir eykamenn, um onkrum av hinum fer at berast frá, funnin millum teir spælararnar, sum vóru á venjingarleguni á Svangaskarði næstsíðsta vikuskifti, og sum eisini eru úttiknir til venjingarleguna, sum ætlanin er at hava í Gundadali annað vikuskifti. Teir spælararnir eru Magnus Poulsen og Arnbjørn Danielsen, B68, Jákup á Borg, B36, Tór?Ingar Akselsen, FS Vágar, Andrew av Fløtum, HB og Heðin á Lakjuni, KÍ.

Jan C. Dam varð upprunaliga úttikin til venjingarleguna, sum fyrr í mánaðinum var á Svangaskarði. Hann gav avboð, tí hann er í starvsvenjing í Danmark.


Ikki dagførdir

Tvey nøvn, sum mest sum hvørja ferð hava verið á landsliðslistanum síðani 1994, eru ikki við hesa ferð. Talan er um liðformannin Jens Kristian Hansen og um Henning Jarnskor. Jens Kristian Hansen er plágaður av skaða í fótinum, tí er hann ikki úttikin. At Henning Jarnskor ikki er á listanum hava vit ikki aðra frágreiðing uppá, enn at landsliðsvenjarin ikki ætlar at brúka hann.

Onkur heldur ivaleyst, at tað hevði verið upplagt, at venjarin valdi Súna Olsen, sum er yrkisspælari í Hollandi, og sum verður roknaður at vera upplagt framtíðar evni til landsliðið, men tað hevur Allan Simonsen ikki gjørt.

Annars er tað sjónskt, at tað gongur illa at fáa skrásett flytingar millum feløgini. Tað sigst vera greitt, at Rógvi Jacobsen skal spæla við HB og at Heðin á Lakjuni skal spæla við B36. Báðir standa at umboða KÍ. Arnbjørn Danielsen skal spæla við B36, men hann stendur framvegis at umboða B68.

NSÍ hevur gjørt avtalu við Jens Martin Knudsen, men sambært FSF yvirlitinum er spæliloyvið hjá honum í Leiftri. Pól Thorsteinsson hevur sagt, at hann fer ikki aftur til Val, men spæliloyvið hjá honum er framvegis í Reykjavík. Nógv prát er um, hvussu tað verður við Sámali Joensen og John Petersen. Vit kunnu staðfesta, at spæliloyvið hjá teimum báðum framvegis er á Ólafsfirði.

Hans Fróði Hansen og Óli Johannesen hava skift felag, síðani landsdystin í Sveis. Í yvirlitinum hjá FSF sæst, at spæliloyvini eru flutt frá Sogndal og til B68 og frá AGF og til Hvidovre.