Demokratiið virkar vist best, tá tað ikki virkar soleiðis, sum politikarar og aðrir makthavarar vilja hava tað at virka. Tað er júst styrkin í fólkaræðinum, at fólkið kann siga sína hugsan og seta tingini upp á pláss, hóast allir klókir heilar - eftir egnari og vanligari hugsan klókir heilar - halda okkurt annað. Tá kemur bónda snildið hjá fólki fram. Tá er fjøldin nóg besnissað til at taka eina heilt aðra støðu.
Tað er ikki so ofta, hetta hendir. Fer alt maktapparatið - valdsskipanin ella valdsamboðið í gongd - endar tað sum oftast við, at ein fólkaatkvøða fær tað úrslit, sum makthavararnir vilja hava. Men viðhvørt fáa teir sterku og klóku ein frammaná. Sum í Danmark, tá Maastricht-sáttmálin fall. Og í Fraklandi sunnudagin og Hollandi mikudagin.
Tað ótrúliga í øllum trimum nevndu førum er, at tað er ikki bara ein stjórn ella ein tepur meiriluti í einum parlamenti, sum mælir fólkinum til at taka eina støðu, og at fólkið so tekur eina aðra støðu. Tann valdsskipanin, talan er um, røkkur nógv longur enn nevnt. Eg haldi meg vita, at í øllum trimum førum umfataði maktapparatið:
Stjórnina í landinum
Ein stóran meiriluta av
parlamentinum
Mestsum allar týðandi
fjølmiðlar, almennar og
privatar
Allan kapitalin
Tey flestu týðandi fakfeløgini
Tað er ikki hvørsmansføri at siga nei, tá øll hesi siga jú. Men - tað var júst tað, sum hendi: tað gjørdist hvørsmansføri at seta seg upp ímóti øllum hesum valdsamboðunum. At sópa teirra góðu og klóku argument av borðinum. Fólkið brúkti sítt gerandisvit og sigraði.
Ikki ivist eg í, at nei-ini í Fraklandi og Hollandi fara at hava alstóran týdning fyri gongdina í heiminum sum heild. Ikki bara innan fyri ES, men um allan knøttin. Tí - hvat var tað, sum fekk fólkið í hesum londum at siga nei? Var tað ES-grundlógin? Líkt er til, at júst ES-grundlógin, sum málið snúði seg um, hevði minsta týdningin.
Fólkið slapp á fólkaatkvøðu og brúkti høvið at vísa sína ónøgd við mangt og mikið. Við innanríkisviðurskifti. Við sína egnu stjórn. Við vantandi upplýsing um, hvat grundlógin í roynd og veru goymdi í sær.
Tó tykist tað, sum at fólk yvirhøvur eru mest ónøgd við teir vandar, sum hótta tey framkomnu vælferðarsamfeløgini í Vesturheiminum. Tey eru farin at ivast í, um tað yvirhøvur var rætt at taka 10 nýggj limalond upp í ES í fjør. Fingu tey at vita frammanundan, hvørjar avleið-ingarnar fóru at verða? Vistu tey, at tann polski blikksmiðurin frítt kundi koma vesturum at arbeiða fyri ta løn, hann fekk í Polandi, og harvið gera blikksmiðirnar í Vesturheiminum arbeiðsleysar? Og at læknar og onnur við akademiskari útbúgv-ing í einum eysturevropeiskum landi kundu koma vestureftir at arbeiða fyri tað, vit vanliga kalla undirløn?
Hvørja ferð, talan hevur verið um at víðka ES - fyrr EEC og EF - hava stjórnirnar í limalondunum ført tað idealistiska sjónarmiðið fram, at londini, sum skuldu koma uppí, skuldu fáa eitt hækkað livistøðið - samstundis, sjálvandi, sum tey gomlu limalondini fingu ein størri marknað. Hetta var til dømis argumentið, tá Portugal, Spania og Grikkaland gjørdust limir. Og gongdin í hesum londum hevur verið, at teirra lønar- og príslega hevur lagað seg til hana í hinum limalondunum. Um tey hava vunnið nógv størri vælferð, veit eg ikki.
Hetta sama mundu fólk halda, at ætlanin var við teimum nýggju limalondunum eystanfyri: at teirra prís- og lønarlag skuldi laga seg til tað vestanfyri, og at livifóturin í hesum fátæku fyrrverandi kommunistalondunum skuldi hækkast.
Tað øvugta hendir: virki vestanfyri flyta sína framleiðslu eystureftir, tí har er lønin lægri, og teirra vinningur verður sostatt størri. Og arbeiðsloysið vestanfyri verður eisini størri. Samstundis er kravið frá kapitalinum (tað er hann, sum ræður, ikki politiska skipanin), at skatturin - bæði á einstaklingum og vinnuni - skal lækkast, og fyri at tað skal vera gjørligt, má skerjast í vælferðarskipanunum, tí ráðini verða ikki til tær longur.
Lægsti felagsnevnari skal vera tann ráðandi. Ikki tann hægsti.
Ei dáni í, um fólkið nýtir høvið at mótmæla. Politikarar síggja gongdina - færri arbeiðspláss, økt arbeiðsloysi, túsundtals lágløntir innflytarar úr teimum nýggju limalondunum - og teir siga bara, at soleiðis eigur tað at vera. Vit muga gerast dugnaligari, arbeiða meira og finna uppá nakað nýtt fyri at yvirliva.
Kann fólkið vera nøgt við tað? Stendur Vesturevropa ikki fyri einari álvarsligari kreppu - ikki bara búskaparligari, men eisini einari álitiskreppu millum borgaran og tey ráðandi?
Tað verða spurningar sum hesir, ið fara at dominera kjakið og støðutakanina í ES tey komandi árini. Og tað kjakið fer at breiða seg til allar tær týðandi broytingar, sum henda í heiminum í dag: til ta totalu kapitalismuna og globaliseringina. Í roynd og veru eru tær ringu avleiðingarnar, sum ES-borgarar vestanfyri merkja av tí víðkaða ES, smáar í mun til teir vandar, sum tann totala kapitalisman og globaliseringin skapa.
Tað verður vist uppaftur meira spennandi at síggja, hvat hendir í hesum málum, enn tað var at síggja Sovjetsamveldið og tey eysturevropeisku londini hokna saman fyri 15 árum síðani.