Nú fara skjótt at verða tvey ár síðani, at nevndin fyri Skálafjarðartunnilin lat Vinumálaráðnum umsókn um loyvi at byggja tunnil millum Skálafjørðin og Sund. Men enn hevur bert smávegis fundarvirksemi verið partanna millum.
- Í løtuni gongur ongan veg. Vinnumálaráðið sigur seg ikki kunna samráðast, tí teir hava ikki neyðugu ekspertisuna, og hana mugu teir keypa sær uttanífrá. Og fyri at kunna gera tað, mugu teir fáa eina eykajáttan frá Fíggjarnevndini, og henni bíða teir eftir. Tað er í hvussu er tað, sum sagt verður, sigur Ingi Højgaard, sum er ein av nevndarlimunum í felagnum fyri Skálafjarðartunnilin.
Hann heldur ikki, at Vinnumálaráðið hevur brúkt serliga nógvar resursir upp á málið, men leggur aftrat, at undarførslan hjá VMR er, at teir verða skornir á hvørjum ári, og at orkan tí bara minkar.
Útmeldingin frá Vinnumálaráðnum er, at teir væntandi fáa umbidnu eykajáttanina um mánaðarskiftið oktober/november, so vit mugu bara vónað, at so verður. Vit vita jú, at val skal verða í seinasta lagi 19. januar, og fáa teir eykajáttanina merkir tað, at vit í besta føri hava ein mánað at samráðast í, áðrenn val verður útskrivað. Og tá tað er hent, gerst einki, sambært Vinnumálaráðnum, sigur Ingi Højgaard.
Viljin er alt
Nevndin fyri Skálafjarðartunlinum stendur tí í einari bíðistøðu, og tað er ikki nøkur ynskistøða.
- Tað er greitt, at ætlanin verður forskotin fyri hvønn dag, sum gongur. Og tað kann bara dýrka verkætlanina. Vit lótu jú umsóknina inn í januar mánaði í fjør, so tað er ikki akkurát sum, at Bjarni Durholm ikki hevur havt stundir at fyrireika seg í, sigur Ingi Højgaard.
Hann sigur, at var tað pengar, sum Vinnumálaráðið bíðaði eftir, so hava teir bjóðað sær at goldið ta hálvu milliónina, sum uttanlands serfrøðingurin kostar. Men tað góðtekur VMR ikki, og tað skilir Ingi Højgaard væl.
Hinvegin heldur hann, at verður eykajáttanin latin, skuldi nógv kunna latið seg gjørt upp á ein mánað.
- Er viljin til staðar, ber so nógv til. Og tá vit hava samráðst intenst í ein mánað ber avgjørt til at meta um, hvørt tað gerst fuglur ella fiskur, sigur Ingi Højgaard.










