Tað gongur illa hjá tí almenna at halda lógina

Lógin um javnstøðu ímillum kynini verður ikki hildin

Tað stendur ikki væl til við javnstøðuni ímillum kynini, tá ið tað almenna velur nevndir og ráð av ymsum slagi. Tá ið tað almenna velur nevndir og ráð, er tað eitt lógarkrav, at tað skal vera javnstøða ímillum kynini.

 

Men tað hepnast ikki serliga væl, tí nú sigur Javnstøðunevndiní nýggju frágreiðing síni, at í 148 almennum nevndum og ráðum, har nevndin hevur kannað kynsbýtið av nevndarlimunum, vísir tað seg, at 459 av limunum eru menn og tað er 62 prosent, og 281 av limunum eru kvinnur, og tað er bara 38 prosent.

 

Javnstøðunevndin sigur, at í 45 nevndum og ráðum vóru minst tveir menn í meiriluta og tað var bara í sjey nevndum og ráðum, at minst tvær kvinnur vóru í meiriluta. Hinvegin var tað í 96 nevndum og ráðum, har javnsøða valdaði, og tað merkir, at tað bara var ein meiri av øðrum kyninum enn av hinum.

 

Javnstøðunevndin sigur, at skal víkjast frá regluni um javnstøðu, skal søkjast til javnstøðunevndina um at fáa undantaksloyvi, men tá skulu serligar grundir eru fyri at víkja frá javnstøðuni Í fjør fekk javnstøðunevndin fimm umsóknir um undantaksloyvi, men í 2017 og 2016 vóru ongar umsóknir um undantaksloyvi.