SUPERLIGAN
Tað gongur ikki væl hjá FCK. Serliga í álopspartinum gongst illa at fáa nakað burturúr. Álvaro Santos er langt frá støðinum, sum hann var á fram ímóti kappingarenda í fjør, staðfesti FCK venjarin, Hans Backe, eftir at FCK leygardagin ikki hevði megnað meiri enn málleysan javnleik í Randers. Hetta var fyrsta stigið hjá Randers í superliguni. Um teir høvdu havt hepnið við sær, so kundi heimaliðið havt vunnið. Eina ferð stútaðu teir í stólparótina, og fram ímóti dystarenda, tá ið FCK trýsti nógv fyri at fáa sigursmálið, var tað onkra ferðina um reppið, at Randers fekk møguleikan í snarálopum.
Zuma og Álvaro Santos vóru í FCK álopinum. Hvørgin teirra gjørdi nakað serligt um seg. Peter Møller kom á vøllin fyri Álvaro miðskeiðis í 2. hálvleiki, men tað segði tað sama. Todi Jónsson er framvegis skaddur. Tað gongur rætta vegin, men tað gongur spakuliga, sigur Todi. Tað er útilokað, at hann verður førur fyri at spæla landsdystir í oktober.
Í seks teimum fyrstu umførunum hevur tað bara eydnast FCK at vinna eina ferð. Í hinum feløgunum kemur tað sjálvandi væl við, tá ið tað ikki gongst so væl hjá meistaraliðnum. Leygarkvøldið varð soleiðis staðfest, at talan hevði verið um botnuppgerð í Randers.
Hóast tað ikki hevur verið sannførandi hjá FCK, og teir eru á níggjunda plássinum, so eru teir ikki enn farnir so langt afturum toppliðini, at tað bilar. Í sjeynda umfarinum fer FCK at fáa vitjan av Brøndby. Hóast FCK hevur fingið vánaliga byrjan, so er áhugin rættuliga stórur fyri nýklassikaranum, og um tað tá fer at eydnast FCK at vinna, so fara teir næstan at vera undir liðini á Brøndby.
Zidan heldur fram
Í toppinum hevur FCM í teimum fyrstu seks umførunum undirstrikað, at teir skulu takast fyri fult. Hesa ferð vóru teir í Herfølge, har heimaliðið royndi at reisa seg eftir 7-2 avhølvingina í Esbjerg. Tað eydnaðist leingi at halda tætt, men FCM hevur í Mohammed Zidan besta álopsspælaran í Danmark. Hann sneiddi ímillum fleiri mótstøðumenn og smekkaði bóltin upp í nettakið, og harvið hevði FCM tryggjað sær trý stig og oddasessin eftir seks tey fyrstu umførini. Zidan er toppskjútti í superliguni, og tað er rættuliga sannlíkt, at hann fer at verða seldur, tá ið tað eftir ársskiftið verður møguleiki fyri tí.
Hóast Brøndby ikki hevur verið heilt sannførandi, og hóast teir hava selt tveir svenskar landsliðsspælarar til Onglands, so eru teir næstovastir. Hesa ferð vóru teir í Aalborg, har heimaliðið hevði staðið seg óvanliga illa í fimm teimum fyrstu umførunum. 9.039 áskoðarar sóu undirhaldandi uppgerðina, sum endaði 1-1. Brøndby legði seg framum, og AaB javnaði eftir frísparksinnlegg. Í toppfótbólti aðra staðni verður ikki tosað rundanum. Michael Laudrup staðfesti, at málverjin átti skuldina av málinum, og at hann harvið var orsøk til, at Brøndby hevði mist tvey stig!
Í Århus vóru 9.151 áskoðarar møttir upp. Tá ið tað gongst væl hjá AGF, so vísir tað seg, at áhugin fyri fótbólti í Århus er ógvuliga stórur. Ofta tapir AGF, tá ið mest ræður um. Soleiðis var eisini hesa ferð. Teir taptu 2-1 ímóti Viborg, sum var frammanfyri 2-0, áðrenn heimaliðið svaraði aftur. Mest merkisvert var tað, at dómarin bríkslaði fyri óbeinleiðis frísparki, tí hann helt, at Viborg málverjin hevði hildið bóltinum longri enn tey seks sekundini, sum reglurnar áseta. Hetta segðist vera fyrsta ferðin, at dómari í superliguni hevði dømt fyri hesum.
Esbjerg misti týdningarmikil stig í toppstríðnum. Esbjerg var í Farum, har FCN vann 2-1, hóast Esbjerg miðskeiðis í 1. hálvleiki legði seg framum. Tá ið tað restaðu fimm minuttir av fyrra umfarinum, varð ein Esbjerg spælari rikin av vøllinum fyri neyðbremsu. Tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Tommy Olsen tvey mál. Í fjør varð hann keyptur úr Køge og til FCN, tí teir restaðu ein málskjútta, og tað kann ikki sigast annað, enn at álopsspælarin livdi upp til tað, sum verður roknað við, at hann skal gera.
OB var í Silkeborg, og tað eydnaðist at fáa øll stigini við aftur til Silkeborg. Harvið eru liðini lið um lið við tíggju stigum og tvey stig frá oddasessinum. Hetta var annar ósigurin hjá Silkeborg á rað.










