Leiðarin hjá drusunum í Libanon, Walid Jumblatt, hevur fingið at sanna, at ein eigur at vanda sær um orðini, tá ein tosar um leiðandi amerikanskar politikarar.
Í síðsta mánað segði Walid Jumblatt, at amerikanski varaverjumálaráðharrin, Paul Wolfowitz, er eitt virus, sum ikki hevur annað uppiborið enn at verða oyðilagt. Hann segði seg samstundis hava somu hugsan sum øll hini, sum finnast at hjálandapolitikkinum hjá amerikonsku stjórnini.
Men kanska skuldi hann tagt. Í hvussu er hevur amerikanska sendistovan í Beirut nú boðað Walid Jumblatt frá, at hann sleppur ikki aftur til USA. Sendistovan hevur ógildað innferðarloyvi hansara. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Walid Jumblatt hevur verið í so opinskáraður. Fyri trimum árum síðani fekk hann øði í sýrisku stjórnina, og hagar sleppur hann heldur ikki longur.










