17. umfar í bestu fótbóltsdeildini verður í dag og í morgin. Felags fyri teir tríggjar dystirnar, sum vera seinnapartin, er, at teir allir vera í Eysturoy – á Eiði, í Norðragøtu og á Skála.
Í morgin vera tvær grannauppgerðir – HB og B36 í Gundadali og ÍF og KÍ í Fuglafirði.
Tríggir dystir frá fimtanda og sekstanda umfari eru útsettir. ÍF og NSÍ verður 14. august, KÍ og B36 verður 21. august, og NSÍ og KÍ verður 18. september.
Ídag
EB/Streymur – TB: Dagfinn Forná kl. 15.00
Víkingur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Skála – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Í morgin
ÍF – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 19.00
HB – B36: Alex Troleis kl. 18.00