Børnini í Føroyum hava alsamt betri tenn. Tað hevur verið gongdin hesi seinastu nógvu árini. Tannlæknafelagið hevur akkurát gjørt eina nýggja frágreiðing um tannheilsuna hjá føroyskum børnum og hon vísir, at av teimum 15 ára gomlu børnunum, eru tað 49 prosent, sum hava púra frískar tenn.
Men tey siga, at so skal heldur ikki gloymast, at tað eru 51 prosent, sum hava havt brendar tenn og hava fingið viðgerð fyri tí, og tað skal so haldast við líka restina av lívinum.
Í fjør høvdu 67 prosent av teimum 15 ára gomlu børnunum í Danmark heilt frískar tenn.
Tannlæknarnir siga, at í Danmark høvdu 82 prosent av teimum 12 ára gomlu børnunum frískar tenn í fjør, men tað eru bara 67 prosent av teimum 12 ára gomlu børnunum í Føroyum, sum høvdu frískar tenn í 2019.
Tannlæknarnir í Føroyum hava eitt endamál og tað er, at vit skulu hava frískar tenn alt lívið, men tað málið er ikki rokkið enn. Tí halda teir, at tað er neyðugt at arbeiða miðvíst við upplýsing og fyribyrgjandi tannrøkt, fyri at tannheilsan hjá børnum og ungum í Føroyum skal gerast enn betri.
– Fyrimunirnir við góðari tannheilsu eru eyðsæddir, tí bæði fyri hvønn einstaka, og fyri samfelagið sum heild, er fyribyrgjandi tannrøkt minni orkukrevjandi, og bíligari, enn tannviðgerð. Hinvegin eru vansarnir av eini vánaligari tannheilsu nógvir í gerandisdegnum, so sum pína, manglandi svøvnur, trupulleikar við at tyggja/eta og trupulleikar við at møta upp í barnagarði ella í skúla ella til arbeiðis.