Tað gongur framá hjá Símun

HB leikarin sat uttanfyri móti B36, men vónar at koma fyri seg skjótt aftur

Fyrrverandi landsliðsprofilurin, Símun Samuelsen, er í ár aftur at síggja í HB búnanum, eftir at hann seinastu tvey árini hevur spælt við øðrum feløgum.

 

Sum heild hevur Símun Samuelsen fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, har hann bæði er komin á máltalvuna í landskappingini og í steypakappingini.

 

Í fjórðingsfinaluni móti EB/Streymi var Símun Samuelsen tó so óheppin at hann meiddi sær tummilin illa, sum fór úr lið. Talan var um ein so mikið álvarsaman skaða, at hann noyddist at sita uttanfyri annan páskadag av tí sama, tá HB spældi grannauppgerð móti B36.

 

Men Símun Samuelsen væntar, at hann skjótt aftur verður at síggja á vøllinum.

 

-       Í løtuni gongur fínt við tummlinum, men eg veit ikki hvussu drúgt tað kann verða. Eg vóni at vera tøkur aftur til sunnudagin, tá vit spæla móti NSÍ, men nú fáa vit at síggja, sigur Símun Samuelsen.

 

Símun Samuelsen hevur spælt 44 landsdystir fyri Føroyar og skotið 1 mál, sum hann skeyt á útivølli móti Ísrael í 2005.