Tað gongur framá hjá Arnbjørn

HB-framherjin væntar at hann verður aftur at síggja á vøllinum innan stutta tíð

Ein av málrevunum í føroyskum fótbólti seinastu nógvu árini, hevur verið áleyparin, Arnbjørn Hansen, sum í løtuni er knýttur at HB. Tað var serliga í tíðini tá hann spældi við EB/Streymi, at hann skoraði nógv mál.

 

Arnbjørn Hansen var í fjør á ólavsøku so mikið óheppin at hann meiddi sær knæðið illa. Hann hevur tí ikki spælt ein einasta dyst síðani á ólavsøku í fjør, sum skjótt er í eitt ár.

 

Men sambært Arnbjørn Hansen, so gongur tað framá hjá honum, og væntar hann at hann verður aftur at síggja á vøllinum skjótt.

 

-       Tað gongur væl við uppvenjingini, og í løtuni venji eg við fullari ferð við HB. So málsetningurin er tí at spæla mín fyrsta dyst aftaná skaðan aftur sum skjótast. Men tað er sjálvsagt við fyrivarni at eg sigi tað.

-       Eg gleði meg nógv at sleppa á vøllin aftur í einum Effo-dysti, tí nú er skjótt eitt ár síðani at eg seinast havi spælt. Og so ætli eg mær at hjálpa HB-liðnum við at koma longur upp á stigatalvuni.

 

30 ára gamli áleyparin, Arnbjørn Hansen, hevur í sínum 223 Effo-dystum skotið 138 mál.