SKÁLA
Skála liðformaðurin Pauli G. Hansen var væl nøgdur við, at tað eydnaðist at fáa fulla úrtøku móti HB.
- Vit vóru sera vónbrotnir eftir steypatapið í Gøtu, og vit høvdu gjørt upp við okkum sjálvar, at avrikið móti HB skuldi verða betri, enn tað var móti GÍ. Og tað haldi eg, at tað var. Vit arbeiddu nógv og væl sum lið.Spælið hekk í løtum væl saman, og eg haldi, at vit høvdu fleiri málmøguleikar, enn teir høvdu. Vit áttu at havt skorað fjórða málið, áðrenn teir minkaðu um munin til 3-2. Tá gjørdist tað óneyðuga spennandi, heldur Skála liðformaðurin, sum eitt nú vísir á, tá ið Jónhard Frederiksberg lyfti upp um málverjan og dygst framvið málinum.
- Sigurin kemur væl við. Moralurin er í toppi. Tíverri varð Iulian Florescu skaddur. Tað var longu í steðginum greitt, at hann noyddist at fara út. Hann hevðí fingið skaða í lærið. Bjarni Jørgensen kundi ikki spæla, tí hann var darvaður av trælæri, men hann verður ivaleyst tøkur mikukvøldið.
Hvussu gongur hjá Alexanduri Johansen?
- Hann hevur ikki enn verið og vant. Vit eru ikki greiðir yvir, nær hann verður førur fyri at spæla, men vit vóna, at tað verður skjótt. Tað hevur týdning at hava breiðan hóp, tá ið kappingin er long. Sveinur Justinussen venur nú hvørja ferð, og tað kemur væl við.
Hvussu langt fara tit at røkka í ár?
- Vit taka ein dyst í senn. Nú síggja vit fram til at fáa oddaliðið B36 á vitjan mikukvøldið.Tú vart nógv skaddur í fjør. Hvussu hevur gingið við tí í ár?
- Eg skal ikki klaga. Onkrir smávegis snuddir hava verið, men tað hevur ikki darvað mær at spæla, sigur Pauli G. Hansen, ið er liðformaður hjá Skála, sum eftir sigurin á HB er næstfremst.