Tað gjørdi mun at mótmæla

Tað gjørdi mun at mótmæla

 

Nýggja heimið til børn og ung við autismu, skuldi byggjast í Havn, men eftir mótmæli er tað nú flutt

 

Heimið, sum nú skal byggjast til børn og ung við autismu, verður bygt á Argjum. Heimið skal nevniliga byggjast á eitt stykki beint við rundkoyringina, sum varð gjørd á Argjum í sambandi við nýggju brúnna um Sandá.

 

Annars var ætlanin at byggja heimið oman fyri Eirargarð, undir Heygsvegnum og Eystan Heyg. Men bæði Autismufelagið, Meginfelagið hjá teimum ið bera brek, og Javni, sum er felagið hjá fólki við menningartarni, mótmæltu, at heimið verður bygt oman fyri Eirargarð.

 

Javni vísir á, at økið oman fyri Eirargarð er ikki bústaðarøki. Harumframt eru longu eitt stórt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki, umframt eitt sambýli, og ein búfelagsskapur til fólk við sálarsjúku, á sama øki.

 

Tey halda er sera óheppið at miðsavna bygningar, ið skulu hýsa nógvum fólkum við sjúkum og breki á einum avmarkaðum øki. Tey halda nevniliga, at tað tað stuðlar undan at geva fólki við breki, og øllum øðrum eisini, eina fatan av, at tey kunnu ikki verða ein nátúrligur partur í samfelagnum, men heldur skulu miðsavnast á ávísum plássum.

 

Eisini Autismufelagið ger vart við vandan av at savna ov nógvar almennar stovnar til fólk við serligum tørvi á einum stað, og tí mæla tey frá at fleiri slíkir stovnar verða bygdir við Eirargarð.

 

Meginfelag teirra ið bera brek, heldur at tað er sera álvarsamt, at byggja fleiri stovnar á sama stað. Hetta stuðlar ikki upp undir at gera fólk við breki og sjúku til ein nátúrligan part í samfelagnum, heldur stuðlar tað upp undir at útihýsa teimum, halda tey í MBF.

 

Og tað vísti seg at hjálpa, tí tað er nú greitt, at stovnurin verður bygdur á Argjum í staðin, beint við rundkoyringina.

 

Annars hava feløgini eisini mótmælt, at eftir ætlanini hjá Landsstýrinum skuldi stovnurin ikki vera liðugur fyrrenn í 2023. Eisini tað mótmæli hjálpti, tí tú verður upplýst, at farið verður undir byggingina næsta ár.

 

Heimið skal kosta í mesta lagi 29 milliónir krónur, og har verður búpláss til seks fólk, umlættingarpláss til seks fólk og dagtilhald til 16 fólk.