Tað gjørdi alt nógv stuttligari

Tað var ein kenluborin Jógvan Arge, sum staðfesti í morgun, at nú er V4 hjá Útvarpinum farið í søguna. Her hava vit video av seinasta V4 dráttinum og eitt prát við Jógvan Arge

Tað var ein varði í søguni hjá útvarpinum eitt leygarkvøld í 1969, tá ið Útvarpið fór undir eitt nýggjan happadrátt, tey kallaðu V4. Skjótt varð V4 fólkaogn, ikki minst í sambandi við sendingarnar, sum vórðu gjørdar í sambandi við dráttin, har ferðast var kring landið við undirhaldið á hægsta stigið.

 

Síðani tá er hava 2204 V4 dráttir verið. Men í morgun fekk alt ein enda, tá ið allar seinasti drátturin var. Nú er nevniliga avgjørt at gevast við dráttinum, sum hevur kastað rættiliga væl av sær til Útvarpið og Kringvarpið, tó at tað nú verða so fáir seðlar sendir, at tað loysir seg ikki at halda fram.

 

Trýst á pílin á myndini og hoyr ein, ikki sørt, kenslubornan Jógvan Arge kunngera, at hetta var tað, og at V4 nú er farið í søguna.