Hjalmar. N.Poulsen
Kann ikki annað enn koma við eini viðmerking um organiseraða óskilið á Landssjúkrahúsinum og avvarðandi umsiting.
Eitt er at sjúkrahúsumsitingin við beráddum huga ósakliga ætlar at avhøvda leiðandi yvirlækna á landssjúkrahúsinum. Hetta tí at viðkomandi yvirlækni vil sjúkrahúsverkinum tað besta, at fáa sum mest burturúr oyramerktu upphæddini. Hóast alt er tørvur á læknum við slíkum hugsjónum. Og serliga eisini tá talan er um lækna við serkunnleika á økinum.
Annað er, at øll løgtingssamgongan er drigin upp á tráð so tað forslær. Gud hjálpi mær, hoppa teir allir samlir, við báum beinum, upp á ósakliga pástand sjúktahússtjórans. Avsettar eru soleiðis kr 800.000 á føroysku landsfíggjarlógini til tveir serfrøðingar, so at sjúkrahússtjórin kann fáa ábendingar um, hvat er rætt og hvat er skeivt út frá einum leiðslusjónarmiði. Hetta er onki minni enn ein vælgrundað »falitterklering«. Hevði tá ikki verið betur, at sjúkrahússtjórin ruddaði skriviborið og stakk í sekkin?
Og at hugsa sær - jú sætt er tað. Hin 81-ára gamla var áhalsin, datt, og kom til skaða. Sjúkrabilurin kom á náttartíð eftir henni. Hon var flutt í børu á Landssjúkrahúsið. Aftan á at hava verið í røntkuni var staðfest, at ryggur hennara var brotin. Viku seinni bleiv hon heimafturblakað vegna sparingar á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrabilurin kom hesaferð aftur við henni, eisini á børu, har hon lá í stálkorsetti um allan kroppin, tí pláss ikki var fyri henni aðrastaðni.
Men hvat? Hetta er Føroyar anno 2005.










