Tað ger stóran mun

Eg kundi hugsað mært at komið her tvær ferðir um vikuna, sigur Jensa Heinesen

Eldrarøkt:


Sum ein annar royndur fimleikari rennur Jensa Heinesen skjótt yvir um gólvið, vendir og so aftur. Tað kundi sæð út sum, at hon alt sítt lív hevur verið ítróttarfólk.


Nei, eg var 65 ár, tá ið eg byrjaði, sigur hon.


Jensa Heinsen var 65 ára gomul, tá ið hon fekk hjartatrupulleikar og noyddist at gevast við at arbeiða.


Hon fór at ganga til fimleik hjá Hjartafelagnum, har hon nú er forkvinna, og hon fíór at ganga til fimleik í Tilhaldinum í Havn. Jensa Heinesen fekk eisini tilboð um at koma til venjingar á Tjarnargarði, og hon heldur, at tað var orsøkin til, at henni var bjóðað at koma við til venjingarnar í Badmintonhøllini.


Ja, tað ger stóran mun. Eg kenni meg betur og orki alt nógv betur. Haraftrat hava vit tað so hugnaligt saman, sigur Jensa Heinesen.


Hon er kvik til beins, men tað er eingin treyt fyri at luttaka. Tey, sum ikki orka at renna, tey ganga, og eingin sigur, hvussu skjótt tey skulu flyta seg eftir gólvinum.

Her er eingin kapping.


- Mær dámar eisini væl, at Badmintonhøllin verður brúkt teir tímarnar, tá ið einki annað er her. Tey í Frítíðarskúlanum eru blíð og bjóða okkum kaffi, tá i vit koma og aftur, áðrenn vit fara. Eg vil mæla øllum pensionistum til at koma til hetta góða tiltakið hjá kommununi, sigur Jensa Heinesen.