Fríggjakvøldið á G! stóðu himmalsins slúsur víðopnar, men tíbetur var so at siga ongin vindur, og tað gjørdi altso mun, bæði so og so. Eins og í fjør, sóust fólk, ung sum eldri, vála oman og niðan eftir gøtunum við vátum hári og í regnklæðum í alskyns litum, men tey vóru flest øll í góðum lag og í røttum festivalhýri.
Váta veðrið og/ella tey vátu klæðini var heldur ikki nóg mikið til at halda fólkinum burtur frá stóra pallinum, hóast sandurin kapituleraði og minkaði við nógvum procentum. Nei, heldur umvent týsti fólk oman á sandin, beint fyri kl. 22.00, og kroystu seg framat pallinum, tí tá skuldi heimskendi bólkurin, Travis, sum hevur uppruna í kenda skotska tónleika býnum Glasgow spæla, - og hetta var ein bólkur tey flestu skuldu hoyra, við ella uttan regni.
Tá Jón Tyril í junimánaði avdúkaði, at Travis var høvuðsnavnið á G! í ár segði hann, at hann metti, at bólkurin helst var eitt av stórstu nøvnunum nakrantíð í søguni hjá G!, og tey flestu kenna helst eisini bólkin, - um ikki annað løgini “Sing” og “Why does it always rain on me”, sum sangarin í bólkinum, Fran Healey hevur skrivað.
Onnur, harafturímóti, eru so stórir fjepparar, at tey bert fóru á G! fyri at hoyra bólkin, hvørs fyrsta útgáva kom í 1997 undir heitinum “Good Feeling”. Síðani eru komnar seks aðrar útgávur frá bólkinum, sum millum annað tvær reisur, í 2000 og í 2001, hevur vunnið Brit Awards sum besti bretski bólkur
Og áskoðararnir fingu sanniliga eisini tað, tey vóru komin eftir. Í góðan hálvan annan tíma spældu Travis teirra væl kendu løg sum “Closer”, “Driftwood”, “Sing”, “Flowers in the window” og “My eyes” og øll vóru eydnusom og glað. Ljóðið var fínasta slag, og bólkurin var ótrúliga væl samanpældur og ikki minst dámligur í allar mátar. Settlistin var perfekt samansettur til eina slíka konsert, og skotanir megnaðu uttan trupulleikar at fáa fólkið við, hóast umstøðurnar, sum veruliga vóru hart ímóti einhvørjum uttandura aktiviteti. Ikki minst megnaðu teir at byggja ein stemning upp og halda hann koyrandi gjøgnum alla framførsluna. Alt samalt uttan nakað tvætl og óneyðugt fjas.
Framførslan hjá Travis var erlig og beint framm, hóast foreldra leikluturin og stoltleikin og gleðin av at eiga børn, av og á hevði lyndi til at taka yvirhond hjá sangaranum. Millum annað bað hann áhoyrararnar um at skriva ein sms til foreldrini, har tað stóð “I love you!” Men okey, eitt sindur av sentimentaliteti skal væl til her í óndu verð.
Sum eitt serstakliga passandi eykalag spældi Travis teirra kendasta lag, “Why does it always rain on me”, sum uttan iva er skrivað til júst hesa náttina á Gøtusandi. Helst hava tað eisini verið fáir av áhoyrarunum, sum ikki kendi seg aftur í tekstinum. Tí í sterka ljósinum frá pallinum sást regnið síla niður á allar regnjakkarnar, sum lýstu í øllum ælabogans litum á sandinum, meðan mannamongdin flutti seg aftur og framm eins og havið, sum skolaði upp á sandin og næstan, men bara næstan, inn yvir allar gummistivlarnar. Men, eg rokni við, at júst í løtuni gjørdi tað hvørki til ella frá at tað regnaði av grimd og so beint á hvønn einstakan av okkum.
post@sosialurin.fo
Myndatekstur:
Sum eitt serstakliga passandi eykalag spældi Travis teirra kendasta lag, “Why does it always rain on me”, sum uttan iva er skrivað til júst hesa náttina á Gøtusandi.
Myndir: Jens Kristian Vang