Tað gekk væl hjá bankanum í fjør

Tað gekk væl í fjør, men útlitini fyri í ár eru upp aftur bjartari

Tað gekk væl hjá Betri Banka í fjør. Tað kunngerð bankin í eini fráboðan í morgin. Bankin boðar frá, at í fjør var úrslitið 110,3 milliónir fyri skatt, og endaliga ársúrslitið var 90,5 milliónir. Útlánini hjá bankunum er nú 6,4 milliardir og innlánini eru góðar átta milliardir. Eginpeningurin er 1,8 milliard.

Bankin sigur, at í fjør spardu føroysku húsarhaldini umleið 600 milliónir upp í føroysku peningastovnunum og tað líkist gongdini, sum hevur verið hesi seinastu árini. Men koronu gjørdi árið í fjør til eitt heilt serligt ár, men Betri Banki sigur, at farsóttin hevur havt lítla ávirkan á uppsparingina hjá føroyingum.

Men ein broyting er tó at síggja, og tað er, at føroyingar gjørdu munandi fleiri íløgur í fjør enn í fyrrárið. Betri Banki hevur eisini fleiri ferðir víst á, at ein máti er at gera íløgur í virðisbrøv, heldur enn at hava pening standandi á kontu, tí í besta føri er rentan øgiliga lág og í ringasta føri er hon negativ.

Bankin sigur eisini, at annars veksa útlánini kring landið lutfalsiga tað sama sum tey veksa í Havn, men alsamt fleiri fáa sær realkredittlán, har tað eisini ber til at fáa fasta rentu. Hetta slagið lánum vaks næstan 15 prosent í fjør, ella slakar 200 milliónir. 

Bankin sigur, at hóast korona ikki er hæsað av, eru útlitini bjartari, nú byrjað er at koppseta, og tamarhald er á smittuni í Føroyum.

– Eyðsæð er, at einstakar vinnur eru harðari raktar enn aðrar vinnur. Hesar vinnurnar hava hórað undan við hjálp frá eigarum, peningastovnum, og eitt nú hjálparpakkum. Váðin er framvegis lutfalsliga høgur í hesum vinnum og tí hevur bankin sett 60 milliónir  av móti møguligari ávirkan, sum koronafarsóttin kann hava við sær, sigur bankin.