Tað gekk sum tað plagar

Barnaróður Kappingin var stór, men enn eina ferð vunnu genturnar av Argjum og dreingirnir úr Havnar Róðrarfelag

Kappingin var í báðum førum stór og tøtt, men tá ið bátarnir fóru um málið, vóru sigursharrarnir teir somu, sum teir vóru í tveimum teimum fyrstu kappingunum.
Teistin úr Argja Róðrarfelag vann barnaróðurin millum gentubátar, og Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag vann kappingina millum dreingjabátarnar
Í gentukappingini var munurin millum lítil og eingin, og í dreingjakappingini var skuturin á muni millum Títling og Havfrúnna úr Vestmanna, sum fyri triðju ferð var næstfremst í dreingjakappingini.