2. deild
Tað var ikki alle gode gange tre hjá B68. Tvær tær seinastu ferðirnar høvdu teir fingið fult á heimavølli ? ímóti ÍF og KÍ. Harvið var vónin um, at tað skuldi eydnast at bjarga liðnum undan beinleiðis niðurflyting kveikt.
Sunnukvøldið var AB á Svangaskarði, og argjamenn fóru suður aftur við øllum stigunum. Teir vunnu 2?1.
Fyrsta bríkslið hjá Jóannesi Mikkelsen úr Gøtu var klokkan 18, og tað var rættuliga illfýsið ta løtuna, sum spælararnir tókust. Frammanundan vóru líkindini hampulig, og áðrenn spælararnir vóru komnir úr ítróttarhúsinum eftir dystarenda, var tað aftur stilli.
B68 hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki. Aftasti verjumaðurin, Mannbjørn Nesá, legði heimaliðið framum við dundrandi langskoti, sum Magni Thomsen í AB málinum ikki fekk fatur á. Hóast málið vísti B68 monnunum, at tað loysti seg at royna úti frá og undan vindinum, so gjørdu teir ikki nógv av hesum.
Heimaliðið legði seg framum eftir 20 minuttir, og tríggjar minuttir seinni var aftur javnt. Pætur Dam Jacobsen fór ígjøgnum í vinstru, beinini vóru ? tað var ikki neyðugt ? tikin undan honum, og Eyðun Samuelsen var tryggur úr ellivu metrum.
AB fekk sigursmálið, tá ið seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt. Skjóti miðvallarin í vinstru, Pætur Dam Jacobsen, royndi seg við dundrandi skoti úr í minsta lagi 40 metrum. Ferðin undan vindinum var øgilig, og bólturin brast í tvørtræið og so niður í vøllin innanfyri málstrikuna. Talan var um eitt framúr vakurt mál.
AB hevði eina rúgvu av málmøguleikum í 2. hálvleiki, men teir fingu ikki fleiri mál. Tað syrgdi Mortan Hansen í B68 málinum fyri. Hann bjargaði kanska einar tíggju ferðir framúr væl, tá ið mótstøðumenninir vóru einsamallir ígjøgnum.
B68 royndi at lyfta seg uppaftur á javnt. Teir høvdu ikki upplagdar møguleikar, men einar tríggjar hornasparksstøður, og onkrar vitjanir í AB brotsteiginum høvdu við sær, at tað var spenningur í alla tíðina. Men AB fekk øll stigini, og harvið øktist møguleikin at vinna bronsukrónur fyrsta árið, teir royna seg í næstbestu deildini. Dreymurin um bara eitt ár í næstbestu deildini, áðrenn uppflyting í bestu deildina verður ikki veruleiki.
Hjá B68 versnaði støðan í botninum, nú bæði LÍF og B71 fingu fult.
B68?AB 1?2 (1?1)
1?0: Mannbjørn Nesá 20.
1?1: Eyðun Samuelsen br 23.
1?2: Pætur Dam Jacobsen 48.
Dómari: Jóannes Mikkelsen