Tað gekk ikki hjá Halli

Føroyski landsliðsspælarin var á vøllinum alla tíðina, tá ið Horsens misnýtti brotsspark og tapti 2-1

Føroyski landsliðsspælarin Hallur Hansson er væl fyri. Í kvøld var hann alla tíðina á vøllinum, tá ið AC Horsens var gestur í Farum hjá FCN.

Talan var um tætta og javna uppgerð, sum FCN vann 2-1. Málini hjá heimaliðnum vórðu skorað lítla løtu undan steðginum og lítla løtu eftir steðgin. AC Horsens minkaði um munin í 89. minutti.

 

Tað var møguleiki fyri, at tað kundi laga seg betri fyri Hall Hansson og liðfelagar hansara, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki misnýtti Horsens brotsspark. FCN málverjin, 23 ára gamli Rúnar Alex Rúnarsson, sum fyrr í dag varð úttikin at umboða Ísland í HM endaspælinum í Russlandi í næsta mánað, bjargaði, tá ið Simon Okosun royndi seg úr ellivu metrum við ikki serliga góðum sparki.

 

Hallur Hansson var í útgangsstøðu ytstur á miðvøllinum í vinstru. Hagtølini siga, at hann tuskaði 11,6 kilometrar, og harvið taldist hann millum teir á Horsens liðnum, sum runnu longsta teinin.