Tað gekk hjá Giza Hoyvík í Fuglafirði

Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki sá tað út sum um, at ÍF skuldi vinna fyrsta stigið

Giza Hoyvík í næstbestu deildini er á veg úr Fuglafirði við 3-0 sigri. Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki hildu fuglfirðingar tørn. Giza Hoyvík hevði leikliga yvirvág og fleiri málmøguleikar.

Tá ið tað ikki eydnaðist at fáa mál, var tað ikki sørt, at heimaliðið, sum einki stig hevur vunnið, hevði hug at svara aftur. Eitt nú misnýttu heimamenninir risa møguleika, tá ið teir vóru einsamallir ímóti Petur Meinhard Magnussen í Giza Hoyvík málinum.

 

Stutt eftir at Evrard Blé og Ahmed Keita hjá Giza Hoyvík vóru innskiftir, eydnaðist tað gestunum at fá hol á. Elias Evensson skoraði, eftir at Tórði Traðará hevði bjargað, tá ið Niklas Fríði Jacobsen royndi við skoti.

Ahmed Keita økti til 2-0, og Hendrikur á Fríðriksmørk, sum áður hevur spælt við Skála, staðfesti 3-0 sigurin við fyrsta málinum, sum hann hevur skorað fyri Giza Hoyvík.

ÍF er aftast í næstbestu deildini við ongum stigi, og Giza Hoyvík er á áttanda plássi við átta stigum.