Tað gekk akkurát hjá Sundabátinum

Lagið er framúr í leguni hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi, sum í dag eru á Jóansøku, og tað man ikki vera minni gott í bygdunum við Hvannasund.

Í dag hevur Sundabáturin vunnið triðja av trimum FM róðrum í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.

Kappingin var ógvuliga tøtt. Mest óvæntað var tað, at Fortuna úr Vestmanna átti besta startin, og at Fortuna leingi var heilt væl við í kappingini millum teir fremstu.

Tá ið alt kom til alt, vóru tað ? sum vanligt ? Sundabáturin og Tvørabáturin, sum kappaðust um sigurin. Stavn um stavn stríddu hesir báðir bátarnir seg um málið.

Tað var so mikið tætt, at tað var neyðugt hjá teimum á málinum fleiri ferðir at eftirkanna, áðrenn tað varð greitt, at Sundabáturin fyri triðju ferð í ár hevði vunnið, og at Tvørabáturin fyri triðju ferð í ár var komin næstfyrstur á mál.

Luftin fór heilt úr Fortuna í endaspurtinum, og á síðstu metrunum fóru bæði Riddarin og Gongurólvur framum Fortunu.

 

1 Sundabáturin 4.43.22

2 Tvørabáturin 4.43.24

3 Riddarin 4.47.24

4 Gongurólvur 4.50.19

5 Fortuna 4.53.06

6 Lómur 4.53.09

7 Rádni 4.55.10

8 Víkingur 5.01.00

9 Jarnbardur 5.03.07

 

1 Sundabáturin 21

2 Tvørabáturin 18

3 Riddarin 14

4 Gongurólvur 13

5 Lómur 7

6 Rádni 6

7 Fortuna 3

8 Jarnbardur 2

9 Víkingur 0