Giza Hoyvík stríðist fyri lívinum í næstbestu deildini.
Í dag vitjaði næstbesta liðið hjá HB á vøllinum við Løgmannabreyt.
Inntil tað restaði ein minuttir, var støðan málleysur javnleikur, men so skoraði HB málið, sum bar við sær, at Giza Hoyvík stóð eftir við ongum, meðan HB fór oman aftur í Gundadal við øllum stigunum.
Giza Hoyvík var undirmannað síðsta korterið, tí Ingi W. Joensen sá gula kortið fyri aðru ferð, tá ið tað restaði eitt korter.
Málskjútti var Jógvan Skeel Nolsøe, sum spældi allan dystin á tamb, eftir at hann í gjár varð skiftur inn á besta liðið, tá ið tað restaðu sjey minuttir í 3-0 sigrinum ímóti AB.
Sigurin ber við sær, at HB hevur 22 stig og er átta stig frammanfyri Giza Hovík, sum er undir niðurflytingarstrikuni.