Rógvi Jacobsen var dagsins maður í HB-leguni eftir dystin á Toftum, og sjálvur fegnaðist hann eisini um málið, sum hann í evstu løtu hevði tryggjað liðnum.
- Tað gekk akkurát. Tað týdningarmesta hjá okkum var, at FM-avgerðin varð útsett í eina viku, og tað megnaðu vit so akkurát.
Vistu tit av, hvussu leikur fór í Fuglafirði?
- Vit vistu, at tað var 2-1 upp á eitt tíðspunkt, men meira vistu vit ikki. Hinvegin, so merktir tað væl, at støðan var óbroytt, og tí máttu vit satsa meira og meira. Vit kundu jú eisini havt avgjørt dystin nógv fyrr, men vit skora ikki upp á møguleikarnar, og so verður tað av álvara vandamikið. Ikki minst tí teir eisini hava nakrar góðar kontra.
Men trúðu tit alla tíðina uppá, at sigursmálið skuldi koma?
- Tú noyðist altíð at trúgva upp á møguleikan, men har sá altso einki serligt út hjá okkum. Vit royndu at flyta nógv fólk fram, og tað eydnaðist so at enda hjá okkum. Tað merkti, at vit røktu okkara setning um at útseta FM-avgerðina, og meira enn tað sama fáa vit ikki gjørt í løtuni, helt Rógvi.









