Tað ganga tríggir tímar til streymurin kemur aftur

Grannaløg í Havn mugu brynja seg við toli

Streymurin hevur verið svikaligur í morgun, men nú hava øll fingið streymin aftur - uttan ávísir partar í Havnini.

Tað er eitt brek í eini støð á Glaðsheyggi, sum elvir til trupuleikan og Sev sigur, at tað er ein góð løta at skifta tað.

Tað eru tey á Glaðsheyggi, og í grannalagnum við gomul Politistøðina, oman ímóti Skansanum, sum ikki hava fingið streymin aftur.

Og Sev sigur, at tey mugu brynja seg við toli, tí hóast arbeitt verður av kraft upp á at umvæla brekið, er tað væntandi, at tað verða einir tríggjar tímar afturat, áðrenn tey fáa streymin aftur.

Sostatt skulu tey ikki vænta at fáa streymin aftur fyrr enn mitt út á seinnapartin, ella út ímóti klokkan trý seinnapartin.