Tá Gabriella gandaði sjórænaraskip

Nýggi alibáturin - Rinkusteinur - skal brúkast í alivirksemi hjá Marine Harvest Føroyar á Oyndarfirði.

 

Seinnapartin týsdagin 24. februar stevndi snotiliga farið - Rinkusteinur - inn á Oyndarfjørð. 

 

Tvíkiljan, sum KJ Hydraulik hevur bygt, er uppkallað eftir tveimum víkingaskipum, sum herjaðu oyggjarnar í gomlum døgum.

 

Hesi víkingaskip komu til Oyndarfjarðar eftir at hava herjað og rænt í Fuglafirði og aðrastaðni í Eysturoy. 

 

Tá skipini vóru komin inn um býlingin í Víkum í Oyndarfirði, kom kellingin Gabriella uttar, sá skipini og gandaði tey um til tveir stórar steinar.

 

Kellingin dømdi tey at standa har og rinka í allar ævir. Klettarnir kallast Rinkusteinar og eru kendir víða um.

 

Nýggi alibáturin - Rinkusteinur - er 14 metrar langur, sjey metrar breiður og er 25,9 BRT. Hetta er størsti alibáturin, sum KJ Hydraulik byggir.

 

Rinkusteinur hevur tveir motorar av merkinum Iveco NEF 450 420 HK. Kranin er ein Palfinger PK 40002 og lyftir 2,2 tons á 13,8 metrum.

 

Hjá Marine Harvest Føroyar verður sagt, at Rinkusteinur skal brúkast í alingini á Oyndarfirði.

 

- Vit ynskja Steffani, Sólbirna, Fjalar og Johnny tillukku við bátinum, góða eydnu og hepni, siga tey hjá alifyritøkuni.