Tað góða samfelagið og fíggjarlógin  4. partur

Hesaferð um heilsuverk og heilsuátøk

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Sjálvsagt er heilsuverkið eitt av teim økjunum, sum eisini er raðfest frammaliga í fíggjarlógaruppskotinum. Heilsuverkið fevnir her bæði um tað primera fyribyrgjandi heilsuverkið (sum kommunulæknar, heilsufrøðiskipan o.a.) og tað sekundera viðgerðandi heilsuverkið (sum er sjúkrahúsverkið).

Yvirlitið vísir uppraðfestingarnar á fíggjarlógaruppskotinum  tvs. tað sum er lagt aftrat omaná avsetingarnar til vanligan rakstur.

Raðfesting av heilsuverki og heilsuátøkum

Sjúkrahúsini, m.a. styrking av serlæknaøkjum3,7 mió. kr.
Kommunulæknaskipanin, nýggja vaktarskipan1,2 -
Talgild kunningarskipan í heilsuverkinum3,0 . -
Heilsuátøk smb. Fólkaheilsuætlanini1,2 -
(Tils. 9,1 mió. kr. (


Sjúkrahúsini: Hesaferð verða settar 3,7 mió.kr. av til serligar uppraðfestingar á sjúkrahúsunum, m.a. við at styrkja heilsutænastuna á serlæknaøkjum. ((Á Landssjúkrahúsinum er tað røntgentkanningarøkið í ár, og hildið verður fram í 2007 við at styrkja krabbameinsviðgerðina og neurologisku tænastuna við at serlæknar verða settir á hesum økjunum. Eisini skal dialysuviðgerðin styrkjast. ((Á Suðuroyar Sjúkrahúsini skal í 2007 umsíðir setast ein medisinskur yvirlækni, eftir at læknamanningin í áravís bert hevur verið kirurgiskir yvirlæknar. ((Á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er tað serliga KT-økið, sum verður raðfest. (
Kommunulæknavaktarskipan: Í áravís hevur verið arbeitt fyri at fáa eina nýggja vaktarskipan á kommunulæknaøkjunum. Umsíðir er nú greitt, at ein nýggj skipan verður sett í verk í jan. 2007. Endamálið er at veita borgarunum eina betri og tryggari læknatænastu uttan fyri vanligu viðtalutíðirnar.((Samstundis er endamálið at skapa eitt nýtt og betri arbeiðsbýti millum kommunulæknarnar um eina vaktarbyrðu, sum er blivin alt meira tyngjandi og ein forðing fyri at fáa mannað kommunulæknastørvini við ungum læknum.(
Talgild heilsuskipan: Seinastu tvey árini er gjørd ein stór íløga í at menna eina sonevnda talgilda heilsuskipan, ið er ein talgild ella elektronisk kunningarskipan við grundarlagi í eini felags elektroniskari sjúklingajournal bæði fyri sjúkrahúsini og fyri kommunulæknarnar. Endamálið er at betra um sjúklingatrygdina og betra um góðskuna av sjúklingaviðgerðini. Í komandi ári skal henda nýggja slóðbrótandi skipanin takast í nýtslu, og til raksturin verða settar 3 mió. kr. av í fíggjarlógaruppskotinum. (
Heilsuátøk sambært Fólkaheilsuætlanini: Í vár varð Fólkaheilsuætlan Føroyinga løgd fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, og var hon sera væl móttikin bæði har og í almenninginum. Í 2007 verða settar 1,2 mió. kr. av til serlig fólkaheilsuátøk á raðfestu økjunum, sum eru: (1) rørsla, 2) royking, 3) kostur, 4) rúsevnismisnýtsla, og 5) fyribyrgjandi heilsukanningar. Ætlanin er at Fyribyrgingarráðið skal standa fyri hesum heilsuátøkunum.

Onnur heilsupolitisk átøk eru: (- Uppbygging av barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum.(- Styrking av fyribyrgjandi heilsutænastum fyri børn og ung.
Hesi mál eru longu umrødd í sambandi við familjupolitiska økið(
Íløgur í heilsuverkið: Heilsuøkið er eisini raðfest við stórum íløgum í 2007. Tað verður umrøtt í einum seinni greinastubba.