Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Hesaferð um eldraøkið og fólkapensjonistar
Eitt av teimum økjunum sum er raðfest frammaliga í fíggjarlógaruppskotinum, er eldraøkið. Har uppií eru eisini viðurskiftini hjá pensjonistunum. Yvirlitið vísir uppraðfestingarnar á fíggjarlógaruppskotinum tvs. tað sum er lagt aftrat omaná avsetingarnar til vanligan rakstur.
Ovast á listanum standa tó tvey mál, sum ikki eru á sjálvari fíggjarlógini. Men tað fyrra er partur av fíggjarlógaravtaluni, við tað at avtalaða hækkingin av Samhaldsfasta er beinleiðis treytin fyri skattalættanum. Og tað seinna um orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar er partur av samgongusemjuni um bústaðarpakkan.
Raðfesting av eldraøki og fólkapensjonistum
Pensjónshækkingar við at Samhaldsfasti hækkar útgjaldið
Nýggj lóggáva um orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar
Hækking av brennioljustudningi til pensjonistar:4,0 mió.kr.
Ókeypis vaksinatión til pensjonistar0,8 -
Hækking av umsorganararbeiði 1,5 -
Heimarøkt, viðkað tilboð við økisterapi0,8
Rakstur til nýggj búpláss á røktarheimi og eldrasambýlum 6,5
Tils. 13,6 mió. kr. (
Stuðul til bygging av nýggjum røktar- og sambýlisplássum 18,0 mió. kr.
Samhaldsfasti: 1. jan. 2007 hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta við 800 kr. um mánaðin til allar fólkapensjonistar. Tá fer ein stakur fólkapensjonistur at fáa góðar 9.000 kr. um mánaðin, og eini hjún, bæði pensjonistar, góðar 15.000 kr. um mánaðin.(
Orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar: Sum ein táttur í bústaðarpakkanum verður Húsalánsgrunnurin tikin av, og í staðin kemur eitt nýtt alment bústaðarpartafelag. Hetta nýggja bústaðarpartafelagið fær tvær uppgávur: onnur at veita fígging til lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi, og hin at veita avdráttarfrí orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar. (
Brennioljustudningur til fólkapensjonistar: Viðbótin til ávísar pensjonistar, kallað brennioljustudningur, verður veitt til húsarhald hjá fólkapensjonistar, sama upphædd til støk sum til hjún. Upphæddin verður útgoldin 3 ferðir árliga og hækkar væntandi úr 1780 kr. upp í uml. 2060 kr. sum eitt lítið ískoyti til brennioljukostnaðin. (
Ókeypis vaksinatión til fólkapensjonistar: í komandi ári skulu fólkapensjonistar kunna fara til kommunulæknan og fáa ókeypis vaksinatión móti krími. Hetta er eitt stórt ynski hjá Landsfelag pensjonistanna, og tað verður nú gjørt sum ein liður í fólkaheilsupolitikkinum. Vónað verður við hesum tiltaki at koma kanska heilt uppá 80% av øllum fólkapensjonistum, sum lata seg vaksinera, tá tey ikki nýtast at hugsa um kostnaðin. (
Hækking av stuðli til umsorganararbeiði: Undanfarnu ár hava umsóknirnar til umsorganararbeiði (sum matartænastu og dagtilhald) verið so nógvar, at játtanin ikki hevur rokkið. Tí verður játtanin hækkað, so fleiri kunnu fáa ágóða av stuðlinum.(
Økisterapi í heimarøktini: Endamálið við økisterapiini er at hjálpa pensjonistum til at viðlíkahalda sín kropsliga førleika, so tey skulu kunna klára seg best møguligt heima. Til tess at betra um tilboðið um økisterapi verða tveir økisterapeutar settir í starv aftrat teim trimum, sum eru. Tá verða økisterapeutar í Suðuroy, Sandoy, Norðoyggjum og tveir í Suðurstreymi. Næstu ferð verður skipanin so víðkað til Vágar og Norðstreym og fevnir tá um alt landið. (
Nýggj búpláss á røktarheimum og eldrasambýlum: Við nýggju studningslógini og fíggjarjáttanini er avgjørt at veita tilsøgn til stuðul til bygging av 136 nýggjum eldrabúplássum tey næstu 2-3 árini. Landið fíggjar eisini raksturin, og tey fyrstu búplássini verða tikin í nýtslu í Suðurstreymi í 2007.