Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Tá vit í vár fóru undir arbeiðið við fíggjarlógini fyri komandi ár, gjørdu vit av í landsstýrinum, at nú tá afturgongdin sýntist at venda til viðrák skuldi tað síggjast aftur í nøkrum góðum vælferðarpolitiskum uppraðfestingum. Tað gleðir meg, at vit hava fingið rúm fyri einum stórum parti av hesum raðfestingum fyri tí góða samfelagnum, serliga við øktu játtanunum á almanna- og heilsuøkinum.
Tað fari eg at vísa á í nøkrum greinastubbum, har høvuðsøkini verða hesi:
1) Familjupolitisk átøk: 10,2 mió. kr.
2) Heilsuverk og heilsuátøk: 9,1 -
3) Pensjonistar og eldraøkið:13,6 -
4) Rúmligur arbeiðsmarknaður: 2,2 -
5) Sosialpolitiskar íløgur: 5,6 -
Hetta eru tilsamans 41 mió. kr. Og hetta eru reinar uppraðfestingar tvs. at øll tølini sum standa í yvirlitinum er tað, sum vit leggja omaná, til nýggj framtøk, aftaná at pengar eru settir av til lønarhækkingar og aðrar neyðugar hækkingar í rakstrinum.
1.partur: Familjupolitisk átøk
Her snýr tað seg ikki um at hækka onkra onkra einstaka veiting, men heldur at hugsa um viðurskiftini hjá barnafamiljunum, har høvuðsdenturin verður lagdur á truplar umstøður hjá veikum familjum.
Tey ítøkiligi familjupolitisku átøkini á fíggjarlógini eru hesi:
1)Barnaískoyti til familjur við truplum korum3,8 mió. kr.
2)Lóggáva um lutaíbúðafeløg, ráðgeving0,4 -
3)Stuðlar til familjur við fjølbrekaðum børnum2,2 -
4)Heilsutænastur f. børn og ung, í heimi og skúla0.8 -
5)Stovnstilboð til børn og ung hjá veikum familjum1,6 -
6)Uppbygging av barna- og ungdómspsykiatri0,8 -
7)Ráðgevandi toymi fyri ungar kvinnur 0,5 -
8)Berin, sorgbólkur fyri børn og vaksin 0,1 -
Íalt10,2 -
Haraftrat koma hesi familjupolitisku átøkini uttan fyri fíggjarlógina:
9.Lóggáva um rætt hjá tímaløntum at vera heima hjá sjúkum barni
10.Barsilsgjald til ung undir útbúgving
11.Nýggj lóg um felags foreldrarætt
12.Fleksibul barsilsskipan yvir 12 mánaðir
Innihaldið í familjupolitisku raðfestingunum
Eg vil við fáum orðum royna at lýsa, hvat hesi mál snúgva seg um. Haraftrat er lesarin altíð vælkomin at seta seg í samband við Almanna- og heilsumálaráðið á tlf. 30 40 50 og spyrja seg fyri.
1)Barnaískoytið: Samstundis sum barnafrádrátturin í skattinum verður lagdur um til ein barnastuðul sum eitt kontant útgjald, kunnu forsyrgjarar stakir ella pør - við eini húsarhaldsinntøku undir eitt vist mark søkja um eitt ískoyti til barnastuðulin. Henda upphæddin er fyri hálvt ár í 2008 skal upphæddin minst upp 8 mió. kr..
2)Lutaíbúðafeløg: Avsetta upphæddin er til gjald fyri serfrøðingahjálp til at gjøgnumføra ein bústaðarpolitiskan refom í hesi tingsetuni, sum skal skapa lógargrundarlag fyri lutaíbúðafeløgum, serliga ætlað til láginntøkubólkar sum ung, smábarnafamiljur og vardar íbúðir til eldri og til fólk við serligum tørvi.
3)Stuðlar til børn: Størri fíggjarlig og sosialpedagogisk orka skal setast av til familjur við børnum, sum ikki kunnu verða í vanligu kommunalu dagstovnunum, so sum fjølbrekaði børn og onnur.
4)Heilsufrøðiskipanin, ið vitjar í heiminum hjá smábarnafamiljunum og fylgir børnunum í skúlanum, skal styrkjast við 2 heilsufrøðingum. Í 2008 skal hon aftur styrkjast við 2 aftrat.
5)Familju- og ungdómstilboð: Barnaforsorgin skal kunna veita betri tilboð til børn og ung hjá veikum familjum, á Barnaheiminum og á barna- og ungdómsstovninum Slóðin.
6)Barna- og ungdómspsykiatri: Nú verður settur skjøtil á at uppbyggja eina serliga barna- og ungdómspsykiatriska deild. Upphæddin skal eisini økjast munandi í 2008.
7)Ráðgevandi toymið fyri ungar kvinnur - er tilboð um ráðgeving fyri ungar kvinnur, sum umhugsa ella hava fingið fosturtøku, fyri barnakonur og stakar uppihaldarar, sum liva undir truplum umstøðum og hava tørv á stuðli. Upphæddin er fyri hálvt ár og skal upp í 1 mió. í 2008.
8)Sorgbólkurin Berin er fyri børn og vaksin sum hava mist. Við hesum skal bólkurin fáa eina fasta árliga upphædd á fíggjarlógini til stuðul til sjálvbodna virksemið.
9)Heima hjá sjúkum børnum: eins og hjá alment settum skal eisini við lóggávu tryggjast tímaløntum endurgjald fyri at vera heima barnsins 1. og møguliga eisini annan sjúkadag.
10) 12) eru alt familjupolitisk mál hjá øðrum landsstýrismonnum.
Eg skal í nøkrum komandi greinastubbum halda áfram við raðfestingunum á heilsuøkinum, eldraøkinum og rúmliga arbeiðsmarknaðinum.