Tað góða samfelagið er eisini Tað grøna samfelagið

-<DPTAB>    tí skulu vit eisini stuðla uppundir lokalt náttúru- og umhvørvisarbeiði, t.d. so sum tær grønu eldsálirnar í Vestmanna slóða fyri

Tað týdningarmesta við einum góðum umhvørvispolitikki er, at hann verður eitt felags mál fyri okkum øll, ikki bara myndugleikar, politikarar og serfrøðingar - men at hann eisini verður ein náttúrligur táttur í okkara vinnulívi og ein livandi ábyrgd hjá hvørjum einstøkum borgara.
Tí vit fremja tann góða umhvørvispolitikkin í tí mátanum, vit liva uppá. - í tí smáa í gerandisdegi okkara einsvæl og í teim stóru verkætlanunum. Tí hetta snýr seg um mátan vit fara um okkara náttúru, mátan vit brúka okkara tilfeingi, mátan vit húsast uppá í okkara vinnulívi, í okkara fyrisiting, í okkara privata húsarhaldi.
Tí má umhvørvispolitikkurin bæði verða landsfevnandi eins og lokalur - ein sak fyri politikkaran einsvæl og fyri tann einstaka borgaran.

-Bæði land og kommunur mugu gera umhvørvisætlanir, so eisini Føroyar kunnu liva upp til tey krøv, sum altjóða samfelagið hevur sett sær fyri at fremja í 21. øld - Agenda 21 kallað.

-Vit mugu hava eftirlit við ávirkanina á náttúru og umhvørvi av øllum almennum eins og privatum fyritakssemi og vinnu annars á sjógvi og landi.

-Vit mugu leggja okkum eftir at skilja rusk, at fremja endurnýtslu, kompostera ella gera mold úr lívrunnum burturkasti og styðja ætlaninar um biogass-annlegg.

-Vit mugu eisini styðja uppundir onnur lokal tiltøk at fremja umhvørvisgóðan hugburð og umhvørvis-undirvísing, t.d. við sonevndum grønum skúlum og barnastovnum.

Vit standa ikki á berum á fleiri av hesum síðstnevndu økjunum. Vit eru so heppin, at tað eru fólk, sum av sínum eintingum og við eldhuga slóða fyri við nógvum góðum lokalum ætlanum. Hugsi her m.a. um tær grønu eldsálirnar í Vestmanna, sum bæði við egnum tiltøkum og í góðum samstarvi við kommununa ganga undan í lokala umhvørvisarbeiðinum - men sum sakna betri almennar karmar og at tað almenna sýnir virksemi teirra størri áhuga og styðjar betri upp undir tað. M.a. við at fáa hesa lokalu Agenda-21 skrivstovuna upp at standa, sum skal veita ráð og kunning til borgararnar.
Styðjar tú Javnaðarflokkin á valinum, styðjar tú hesar ætlaninar um ein virknan umhvørvispolitikk í Føroyum.