Tað Góða Samfelagið - ein javnaðarhugsjón

   

Tað góða samfelagið er okkara mál. Tað góða samfelagið, sum er eyðkent av menniskjaligum tættleika og hita, av samanhaldi, tollyndi og umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Tá tað politiska aðalmálið verður at søkja felags gagnið og skipa so fyri, at vit eftir førimuni virka og lyfta í felags ábyrgd, verður tað góða samfelagið ein sterkur felagsskapur, sum skapar rúmar ræsur fyri lívsfrælsinum hjá tí einstaka.
Hetta eru onnur virði, sum vit seta fram um sjálvsøkni og sínámillum stríðið um makt og fyrimunir, har hvør einstakur bara er sær sjálvum næstur. Slíkur politikkur hevur troðkað seg fram tey seinastu árini, stimbraður av teim ráðandi, ið nú tíbetur eru falnir fyri egnari hond.
Tað Góða Samfelagið er eitt vakurt mál at virka fyri. Tað eru nógvir tættir í tí at útgreina, og hesar komandi vikurnar verður høvið at vísa á ítøkiligu innihaldið í hesi politisku skránni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið.
Tað snýr seg ikki bara um hetta, vit kalla tey bleytu virðini. Tað snýr seg eisini m.a. um eina ábyrgdarfullari og skynsamari gagnnýtslu av landsins og havsins ríka tilfeingi. Og um ta neyðugu umskipingina av eini fyrisiting, har embætisveldið er vaksið út um øll rímilig mørk. Og um nógv annað.
Men lat meg hesaferð at enda bara nevna eitt, sum fer at standa frammaliga: Tað góða samfelagið sum tað barngóða og barnríka samfelagið, har ein positivur familjupolitikkur er í hásæti - ikki hesin trongskygdi peikifingurpolitikkurin, bygdur á forboð og fordómar, sum summi kalla familjupolitikk - men ein stimbrandi familjupolitikkur, sum styðjar barnafamiljurnar og veitir teimum góðar umstøður, sosialt, fíggjarliga og vinnuliga. Tað er at byggja land!