Tann fyrra sprungan, sum fór at goysa á Fimmvørðuhálsi við Eyjafjallajøkul í Íslandi, goysir ikki longur. Harafturímóti heldur gosið, sum byrjaði í síð
stu viku, fram. Jarðfrøðingurin Magnús Tumi Guðmundsson sigur við Vísir, at tað seinna gosið er líka máttmikið enn, og at nógv grótbræðing rennur oman frá tí.
Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at ongar spreingingar eru í tí fyrra gosopinum nú, og tað er tekin um, at tað er farið at kølna, siga teir.