LANDSANTIKVARUR
Hann er ikki ókendur í Føroyum. Nýggi landsantikvarurin fekk sítt fyrsta arbeiði sum útbúgvin fornfrøðingur í Føroyum. Tá var hann leiðari fyri útgrevstur á Toftanesi í Leirvík. Hetta arbeiðið var í tíðarskeiðum frá 1982 til 1987. Síðani tá hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum í arbeiðsørindum.
Útbúgvingin hjá honum er mag.art í forsøguligari í fornfrøði. Somuleiðis hevur hann lisið eitt sindur av søgu, og hann hevur fingið lektari døming og granskingar døming, soleiðis at hann hevur fullan førleika at undirvísa og granska.
Upprunaliga sergreinin hjá 48 ára gamla dananum var um Danmark um jarnøldini, men hann hevur seinni savnað sær servitan um fornfrøði í serliga Grønlandi, Írlandi og Føroyum.
Upplagt
Fyri Steffen Stummann Hansen var hesin møguleikin, at gerast landsantikvarur í Føroyum, upplagdur.
?Tað var ógvuliga nærliggjandi fyri meg at søkja hetta starvið, tá tað er hetta økið, eg havi fingist mest við. Tú kanst kalla hetta fyri tað idella starvið fyri meg, sigur Steffen Stummann Hansen.
Hann er í løtuni í starvi hjá Danmarks Nationalmuseum, har hann arbeiðir fyri SILA ? Nationalmuseet Center for Grønlandsforskning. Arbeiðið hjá honum snýr seg í løtuni um at gera eina bók um útgrevsturin á Toftanesi lidna. Samstundis arbeiðir hann eisini við trimum øðrum útgávum.
Tað er kanska nærliggjandi at hugsa sær, at ein maður við so drúgvum royndum sum Steffen Stummann Hansen heldur vildi hildið fram á einum stórum stovni sum eitt nú Danmarks Nationalmuseum, men soleiðis sær nýggi landsantikvarurin ikki upp á tað.
?Tað, at okkurt er stórt, merkir ikki altíð, at tað er gott. Føroya Fornminnissavn er tað nógv mest natúrliga staðið hjá mær at søkja, og eg gleði meg at taka við hesari avbjóðingini, sigur Steffen Stummann Hansen.
Tá hann byrjar í starvinum miðskeiðis í mars mánaði, so ætlar Steffen eisini at flyta til Føroya at búgva fast.
Hann skilur sum er heilt fitt av føroyskum, og hann sigur fara at royna, og hann vónar, at hann skjótt kemur á lagi at tosa føroyskt.
Samstarv
Hóast hann ikki er komin til landið og byrjaður í nýggja starvinum, so hevur nýggi landsantikvarurin gjørt sær nakrar tankar um, hvørja framtíð hann kundi hugsað sær fyri Føroya Fornminnissavn.
?Tað er sera týdningarmikið, at Føroya Fornminnissavn verður meira sjónligt, og vit lata upp fyri størri samstarvsmøguleikum, har vit fara at samstarva um verkætlanir við fleiri av okkara grannalondum og onnur lond, sigur Steffen Stummann Hansen.
Hann sigur seg hava inntrykk av, at hølisviðurskiftini hjá Føroya Fornminnissavnið eru á góðari leið, men enn hevur hann ikki heilt fingið skoða sítt nýggjar arbeiðspláss.
Onga viðmerking
Tað mugu vera fá, sum ikki hava lagt til merkis, at setanin av Steffen Stummann Hansen hevur skapt ikki sørt av politiskum roki.
Sjálvur hevur Steffen Stummann Hansen ongar viðmerkingar til ábreiðslurnar til landsstýrismannin um politiska setan.
?Eg havi søkt hetta starvið við mínum fakligum kvalifikatiónum sum grundarlag. Eg havi verið til setanarsamrøður, og so eru tað onnur, sum hava mett, at eg var besti umsøkjarin, sigur Steffen Stummann Hansen.
Nýggi landsantikvarurin er heldur ikki í iva um, at hann er førur fyri at røkja starvið sum landsantikvarur við nógvu útgávunum og drúgvu royndum sínum í huga.
Steffen Stummann Hansen tekur við landsantikvarur miðskeiðis í mars.
Um Steffen
Nýggi landsantikvarurin Steffen Stummann Hansen er føddur 29. januar 1955, og hann er sostatt júst fyltur 48 ár.
Hann tók studentsprógv í Rødovre í 1973. Í 1983 varð hann útbúgvin mag.art. í forsøguligari fornfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í sínum lestarárunum luttók hann eisini við fleiri høvi í fornfrøðiligum útgrevstrum.
Frá 1982 til 1987 var hann leiðari fyri útgrevstrinum hjá Fornminnissavninum á Toftanesi í Leirvík.
Hann hevur eisini starvast sum inspektør á Gilleleje Museum í áttatiárunum. Seinni hevur hann arbeitt víðari útgrevstrinum á Toftanesi, og hann fæst í løtuni við at skriva eina bók um evni í sínum arbeiði á Danmarks Nationalmuseum. Hann hevur eisini fingist við eina røð av øðrum uppgávum í sambandi við útgrevstur.
Í nýtiárunum hevur hann millum annað fingist við at undirvísa. Hann fekk lektara døming á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1996, og hann starvaðist sum granskingarlektari har frá 1996 til 1999.
Hann hevur eisini verið tilknýttur eina longri røð av verkætlanum, sum serliga hava verið knýttar at Føroyum, Grønlandi, Hetlandi og Írlandi.
Hann starvast í løtuni á Danmarks Nationalmuseum á Sila ? Nationalmuseets center for Grønlandsforskning.
Hann hevur fingið játtað pening frá Sila til at gera eina bók um útgrevsturin á Toftanesi lidnan. Samstundis fæst hann eisini við tvær aðrar útgávur.
Samlaði útgávulistin hjá Steffen Stummann Hansen er drúgvur og fjøllbroyttur. Hann hevur útgvið ein hóp av bókum og greinum um fornfrøðilig viðurskifti, sum einamest snúgva seg um øki sum Danmark, Føroyar, Grønland, Hetland og Írland.
Hann hevur seinnu árini verið á vitjan í Føroyum nakrar ferðir, millum annað helt hann ein fyrilestur í Vági í fjør.
Steffen Stummann Hansen hevur eisini verið og er limur í fleiri nevndum og felagsskapinum. Millum annað sat í nevndini fyri danska magistarafelagið.
Steffen Stummann Hansen byrjar sum landsantikvarur miðskeiðis í mars.










