Tað fløvaði í sólini á Svangaskarði

Talan var um arbeiðssigur, staðfestir B68 veteranurin Øssur Hansen, og hóast teir einki fingu við sær, so sigur AB formaðurin seg vera nøgdan við hugburðin hjá hansara monnum

Fótbóltur

 

Veðrið var frágera gott, og hýrurin á heimafólkinum var góður, tá ið seinasta bríkslið ljóðaði á Svangaskarði seint seinnapartin í gjár. B68 hevði við 1-0 sigri á AB tryggjað sær trý tey fyrstu stigini í ársins landskapping, og tað kom væl við:

- Sigurin fløvar. Fyri einari viku síðani taptu vit ímóti HB, og næstu ferð skulu vit spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Í fjør hilnaðist tað einki serligt á heimavølli. Tað er her, at vit eiga at vinna flestu stigini, og ikki minst ímóti AB var tað týdningarmikið, eftir at vit hósdagin taptu á Argjum í steypakappingini, staðfestir veteranurin Øssur Hansen, sum aftur hesa ferð var vongverji í vinstru.

Øssur Hansen heldur, at talan var um tætta uppgerð, og at tað vóru hugburðurin og arbeiðið, sum høvdu stóran og avgerandi týdning.

Besta B68 møguleikan í 1. hálvleiki fekk Bogi Gregersen eftir innlegg frá Øssuri Hansen, men bólturin streyk yvir málinum. Øssur Hansen átti eisini næstsíðsta fótin á øðrum góðum heimamøguleika, men ta ferðina stútaði miðverjin Jóhan Dávur Højgaard omanfyri.

Thomas Hans Rubeksen fekk stutt undan hvíldini fínan AB møguleika, tá ið hann eftir at hava vunnið bóltin frá heimaverjuni gjørdist einsamallur við Vlada Filipovic, sum stórbjargaði.

Tá ið Pól Jóhannes Justinussen varð fluttur úr miðverjuni og longri fram á vøllin, spenti heimaliðið álopsbogan, og tá eydnaðist at fáa sigursmálið. B68 steðgaði AB álopi, bólturin varð lagdur fram í vinstra borð, og Keita stýrdi við høvdinum innleggið frá Pól Jóhannesi Justinussen í kassan.

AB var tætt við í fleiri deyðbóltsstøðum, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál, og hóast tapið, so var formaðurin, Andrass Drangastein, ikki heilt misnøgdur:

- Sjálvandi høvdu vit viljað havt vunnið stig og helt øll trý. Vit høvdu møguleikar, men vit vóru ikki hepnir. Higartil hava marginalirnir ikki verið okkum til fyrimunar, men um hugburðurin verður tann sami næstu ferðirnar, so fara vit heilt víst at vinna stig og sigrar, helt AB formaðurin.