Aftur ein svimjidagur á Gibraltar og aftur ein glitrandi gulldagur hjá føroysku svimjarunum.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard slakaði ikki av í dag heldur, og eins og í gjár og fyrradegnum tekur hon tvey gullmerki heim úr uttandura svimjihylinum á Gibraltar.
Føroyski gullsvimjarin setti í dag mótstøðuna til viks í bæði 50 og 400 metra frísvimjing.
Eins og hinar dagarnar eru tvey gull løgd afturat teimum hjá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.
Í dag vóru tað Óli Mortensen, ið var skjótastur at svimja 800 metra frísvimjing, eins og Signhild Joensen eisini vann Føroyum gull í 200 metra ryggsvimjing.
Savnaða føroyska heiðursmerkjahálið í svimjing er nú 12 gull, tvey silvur og átta bronsumerki. Tað eru flest heiðursmerki av øllum tjóðum.