Fólk, sum vóru til gongu hósmorgunin eftir Vágsbotni, varnaðust eina ótespiliga sjón. Eftir gongubreytini við allar teir stásiligu bátarnar, sum liggja í Vágsbotni, lá ein andstyggilig rúgva av lorti og vesipapíri.
Talan er um menninskja lort, sum helst stavar frá húsum sum liggja frá Bakka inn í Vágsbotn. Sum vit skilja á lagnum, so er hetta ikki óvanlig sjón hjá fólki, sum ganga eftir Vágsbotni. Tað hevur verið fleiri ferðir áður verið víst á, at lortur flýtur við bryggjukantin, fyri ampa bæði hjá fólki og bátum sum liggja har á leiðini. Mikukvøldið hevði eftir øllum at døma verið flóð, og tí var lorturin endaður á gongubreytini.
Hava gjørt vart við seg
Bæði Ferðaráð Føroya og Bátafelagið hava fleiri ferðir gjørt vart við kloakktrupulleikarnar í Vágsbotni, og tey ótolnast, nær býarmyndugleikarnir ætla at taka sær um reiggj, og gera nakað við støðuna.
Vágsbotnur er eitt mest vitjaðu støðunum í Havn, og javnan leita barnagarðar sær oman í Vágsbotn, umframt, at plássið er væl umtókt hjá útlendskum ferðafólki. Vágsbotnur verður eisini nýtt sum sølustað, har fiskur, grind og fuglur eru at fáa til keyps.
Í sjónvarpssending fyri góðum ári síðan, vísti Bátafelagið sína ónøgd við ringa luktin í Vágsbotni. Felagið fortaldi, at útlendingar hættaðu sær ikki at koma í land, tá teir vitja við stuttleikabátum, fyri skitna umhvørvinum í Vágsbotni. Formaðurin í Heilsu- og Umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býrað, Torfinn Smith, lovaði tá at gera nakað við máli, men framvegis er trupulleikin ikki loystur.
? Vit hava fleiri ferðir gjørt Býráðið vart við trupulleikan, men har hendir einki. Nú summar er, og nógvir útlendskir gestir vitja landið, er hetta stór skomm at bjóða teimum, sigur stjórin á Ferðaráð Føroya, Heri Niclasen.
Heri sigur við Sosialin, at fólk á gøtuni javnan spyrja hann, um ferðavinnan í Føroyum bara kann góðtaka ringu støðuna í Vágsbotni.
? So seint sum í morgun(hósmorgunin blðm. ) var eg aftur gjørdur varðugur við ringu støðuna, og eg má bara fortelja fólki, tað er býráði, sum eigur fulla ábyrgd, sigur Heri Niclasen.
Heri Niclasen metir trupulleikan verða so mikið álvarsaman, at kloakk-trupulleikin í Vágsbotni má verða fremsta raðfesting hjá Býráðnum, og alt annað eigur at verða lagt til síðis, tí vit kunnu ikki framhaldandi verða vitnið til, at Vágsbotnur flýtur í lorti.
Býráðið arbeiðir við málinum
Tórfinn Smith, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur seg harmast støðuna í Vágsbotni, at Býráðið arbeiðir við trupulleikanum.
? Vit arbeiða við einari nýggjari kloakkskipan niðri í Vágsbotni. Hon verður í fleiri stigum, og fyrsta arbeiðið er boðið út, og ætlandi verður farið undir arbeiðið beint eftir summarfrítíðina, sigur Torfinn Smith.
Formaðurin í Heilsu- og Umhvørvisnevndini sigur, at nøkur av gomlu húsunum, ið liggja omanfyri bryggjuna frá Bakka og inn ímóti Vágsbotni antin ikki hava kloakkskipan ella riggar skipanin ikki. Hetta hevur so við sær, at lortur fer beinleiðis út í havið við Vágsbotn. Torfinn Smitn er fullgreiður yvir, at støðan ikki er nøktandi, og sigur,
? Ein kann altíð spyrja hví hetta ikki er gjørt fyrr, og vit eru greið yvir, at trupulleikin er átrokandi, og eigur at verða loystur skjótast gjørligt, sigur býráðslimurin Torfinn Smith.
Torfinn sigur, at tað er kloakktrupulleikar um alla Havnina, men júst í Vágsbotni er trupulleikin mest sjónligur. Hann sigur seg vita fullvæl, at eingin kann liva við núverandi støðu, og serliga harmiligt er, at hetta júst er tíðin, har nógvir útlendingar vitja Føroyar, men sum sagt so, verður trupulleikin loystur, sigur Torfinn Smith at enda.
Til áugust mánað, mugu tey vitjandi í Vágsbotni, ung sum gomul, bara sláa seg til tols við, at møguleiki er fyri, at tey komu í somu støðu, sum tey vitjandi í Vágsbotni vóru í hósmorgunin.