NEI
Nei, onki hava vit tapt og onki fer skrásett parlag og allur annar hurlivasi at vinna fótafesti í Føroyum. Sokallaða ”glíðibreytina” nýtist als ikki at gerast veruleiki. Hvør ræður fyri tí? Tað ger Føroya fólk, sum er umboðað av Føroya løgtingi. Og ikki vænti eg, at tann dagurin upprennur, at ein samgonga fer at hava reinan meiriluta til at fremja slíka andstygd. Tíverri vóru politikkarar í samgongu, sum vóru ímóti víðagitnu broytingunum í revsilógini, fullkomiliga skilaleysir seinasta heyst. Men tað hendir neyvan aftur. Teir 7 í samgonguni kundu sum onki havt steðgað § 266b, men av onkrari óskiljandi orsøk gjørdu teir tað ikki. Helst svav onkur teirra í tímanum, meðan aðrir royndu at vekja teir. Vónandi lærdi tað málið okkum, at á Løgtingi eru til eina og hvørja tíð nóg nógv fólk til at halda avkristnanini aftur. Tað einasta, sum krevst, er, at teir, sum sita í samgongu, taka seg saman og siga NEI. Tað sigst bera væl til í øðrum minni týdningarmiklum málum, so hví ikki í hesum so sera týðandi máli, sum snýr seg um sjálva sálina í fólkinum.
Í seinastu samgongu bar væl til at halda serlóggávu fyri samkynd burturi. Tá segði Miðflokkurin NEI, og meira varð ikki burtur úr tí. Tað ber eisini til í hesi samgongu og í mongum komandi. Eitt eru nógvir føroyskir politikkarar yvir um floksmørk samdir um: vit hava eitt gott samfelag fyri øll, sum byggir á kristna grund, og hendan grundvøll skal ongin sleppa at skeikla.
LYGNIN
Lygnin er eitt týðandi amboð í framtøkunum fyri søk teirra samkyndu. Eitt gott dømi eru orðini, sum fólkatingslimurin Mogens Jensen hótti við til seinasta norðurlandaráðsfund. Hann segði nevniliga, at so leingi, sum Føroyar ikki virdu mannarættindini (og tá meinti hann við 266b), var óhugsandi at fáa fullgyldugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Slíkar grundgevingar vóru eisini vanligar undir orðaskiftinum í Føroyum. Men hetta var bara enn ein hent undanførsla fyri at trýsta politikkarar, og enntá løgtingsformaðurin læt seg trýsta. Lygn var tað, tí vit eru als ikki komin nærri einum fullgyldugum limaskapi í Norðurlandaráðnum av teirri orsøk.
Ein onnur vanlig lygn er, at altjóða eygu eru vend móti okkum, um vit veita samkyndum teirra serrættindi. Hetta er milt sagt møsn og tvætl. So áhugaverdar eru Føroyar altso ikki, at allur heimurin stendur og eygleiðir okkum, um vit nú munnu bera sjálvútnevndar minnilutabólkar á lógvum ella ei. Etisk lóggáva er so sera ymisk landanna millum, og vanligt er, at lond als ikki taka dagar ímillum tílíkar innanhýsis spurningar hjá hvørjum øðrum.
Og so verður spurningurin hevjaður upp til at kallast mannarættindi. Hetta hevur als onki við mannarættindi at gera, um samkynd kunnu skráseta sítt parlag ella ei. Tað í sær sjálvum er grov manipulatión. Mannarættindi snúgva seg í alheims politikki um t.d., hvussu farið verður við fangum, um deyðadómur er galdandi, um kvinnukúgan, um barnatrælaarbeiði, um handil við børnum og kvinnum osfr. Ein og hvør skilir, at tað er munur á at stríðast fyri at loysa børn úr trældómi og sleppa fólki undan píning og deyðadómi, og so at útvega samkyndum í einum fríum og frælsum landi serliga luksuslóggávu. Í sær sjálvum er tað ein lygn at samanbera hendan luksustrupulleikan við støðuna hjá kúgaðum, niðurpíndum og ófrælsum um allan heim.
Størsta lygnin av øllum er, at í Føroyum verða samkynd happað og forfylgd, og at tey tí verða noydd at flyta av landinum. Man høvuðsorsøkin flytingina ikki heldur vera, at úrvalið av samkyndum í Føroyum ikki er serliga stórt? Tað er tað heldur ikki aðrastaðni, og tí er tað vanligt mynstur, at tey flyta til stórbýirnar, so tey har kunnu skapa eitt umhvørvi eftir teirra høvdi. Flestu samkyndu, sum eg havi tosað við, siga seg hava tað gott í Føroyum. Eg kenni aðrar bólkar, sum hava tað minni gott í Føroyum, men sum hvørki ganga skrúgongu, hava ráðstevnur ella flyta av landinum. Sum viðhaldsfólk teirra samkyndu nú føra seg fram við skrúgongum og ráðstevnum fyri stútt og støðugt at trútta niður í alt og øll, at samkynd eru til og vanta samkenslu, undirtøku og góðtøku frá øllum, kunnu tey rokna við øvutum úrsliti. Tað eru altso ikki øll, sum tíma at hoyra um hesar kynsligu samleikarnar.
Ein onnur lygn varð borin fram av løgreglumanni, sum segði, at ikki bar til at verja ein samkyndan, sum varð álopin í Havnini. Fyri fáum døgum síðani hevur eitt rættarmál verið um júst hetta málið. Og tann seki varð dømdur, júst tí at lógar-heimild var fyri hesum. Hvørji grein í revsilógini var hann dømdur eftir? Neyvan 266b.
Og hesi dømi eru bert hissini úr rúgvuni. Tá lygnin verður nýtt sum amboð, er tað tí at sannleikin ikki kann brúkast. Men tá lygnin verður avdúkað, missir málið sítt trúvirði. Tey samkyndu, sum eg kenni persónliga, virði eg á jøvnum føti við øll onnur menniskju, tí tey eru jú so ómetaliga nógv annað enn samkynd. Og eg kenni tey ikki sum ótrúverdug. Tí harmar hendan afturvendandi propagandaherferðin meg nógv teirra vegna, tí hon er til størri skaða enn gagn. Men uttan mun til, hvussu herjað verður á framyvir, fer Miðflokkurin at luttaka og grundgeva.









