Tað fer at regna meiri í Danmark

Metingar hjá danska umhvørvisstýrinum vísa, at tað fer at regna nógv meiri í Danmark í framtíðini.

VeÐur

Danir eiga at fyrireika seg til nógv meiri regn í komandi árum, enn teir eru vanir við.
Danska veðurstovan DMI hevur mett, at avfallið fer at økjast ímillum 30 og 50 millimetrar tey næstu hundrað árini, men nú sigur umhvørvisstýrið, at vøksturin verður tvær ella tríggjar ferðir størri enn so.
Halda metingarnar hjá umhvørvisstýrinum, fer regnið at hava stórar avleiðingar við sær í framtíðini. DMU sigur, at tey, sum búgva á láglendi við áir og vøtn, kunnu rokna við vatnflóð av og á.