Tað er ein stórur trupulleiki, at fólk, sum fáa tíð til kanningar av ymsum slagi á Landssjúkahúsinum, ikki møta upp.
Og av tí sama er tað alt ov nógv arbeiðstíð, sum fer til spillis, tí tað ber ikki til at kalla aðrar sjúklingar inn við ongari ávaring.
Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at á summum økjum eru tað heilt upp í 15 prosent av sjúklingunum, sum eru boðsendir til kanningar, sum ikki møta upp. Á øðrum økjum er talan um ein seks ella sjey prosent.
– Tað er alt ov nógv arbeiðstíð, sum fer til spillis av hesi orsøk, sigur stjórin á Landssjúrahúsinum.
Hann sigur, at tað er serliga til kanningar, har bíðitíðin er long, at nógvir sjíklingar ikki møta upp. Hann heldur, at ein høvuðsorsøk til tað stóra forfallið, er, at bíðitíðin er so long, at sjúklingarnir rætt og slætt gloyma tað burtur aftur.
Men nú eru stig tikin til at bøta um støðuna. Eitt stig er, at nú verða sjúklingarnir boðsendir til kanningar við telduskipanini, Mínboks, har tað eisini ber til hjá sjúklingum at broyta sínar tíðir. Somuleiðis verður arbeitt við at seta eina sms skipan í verk, har sjúklingar, sum skulu til kanningar, fáa eini boð á telefonina við eini áminning um kanningina.
Johnny í Grótinum ásannar, at tað slepst neyvan undan, at eitt ávíst forfall verður, men hevði tað komið niður á eini tvey ella trý prosent, varð nógv vunnið.