Tað hevur vundið nógv uppá seg uttanlands, men vit hava ikki hoyrt serliga nógv um tað her heima. Ikki fyrr enn Miriam, sum er onnur helvtin av foto-toyminum Miriam&Janus, fór undir at lýsa við sensuellum boudoirmyndum. Hetta eru myndir, sum lýsa kvinnuliga vakurleikan. Ofta eru kvinnurnar lætt ílætnar, og myndirnar eru sensuellar og vakrar.
Miriam Gunnarsson, sum er 25 ára gomul og sjálvlærdur fotografur, er, saman við manninum Janusi, ein av mest eftirspurdu fotografunum í Føroyum. Seinastu árini hevur hon eisini rikið Miriam Boudoir, sum gevur føroyskum kvinnum møguleika at fáa flottar myndir av sær sjálvum.
- Áhugin hevur verið sera stórur heilt frá fyrsta degi. Eg gekk annars við tankanum í eini tvey ár, áðrenn eg tordi at fara undir tað. Eg ivaðist í, um vit vóru klár til slíkar myndir í Føroyum, greiðir Miriam frá.
- Eg væntaði, at tað fór at vera misskilt, og at fólk fóru at síggja myndirnar sum fúlar og erotiskar heldur enn vakrar og sensuellar. Men eg fór skeiv. Og síðani eg byrjaði, haldi eg, at mørkini eru flutt langt, og fólk halda tað vera fínasta slag.
Síðani hon byrjaði, hevur Miriam tikið útvið hálvthundrað myndir av løttkløddum føroyskum damum. Og tað er allatíðina ein ávísur eftirspurningur.
Smædnar føroyskar kvinnur
Men hóast undirtøkan hevur verið góð, so heldur Miriam, at tað er eitt serligt smædni, sum dominerar í Føroyum.
- Vit hava tikið nógar myndir uttanlands, og føroysku genturnar eru nógv smædnari, enn til dømis tær donsku. Tað tekur eina góða løtu at fáa føroyingarnar at slappa av, meðan tær donsku skifta frammanfyri okkum og standa púra naknar uttan nakran trupulleika.
- Donsku genturnar geva mær fríari teymar, tí tær vilja hava eina ordiliga lekra mynd. Og tær eru ikki bangnar fyri at siga tað. Men í Føroyum er tað mestsum flóvisligt at viðganga, at tú gjarna vilt síggja ordiliga lekkur út.
Vakurleikafyrimyndirnar úti í heimi, sum siga, at kvinnur skulu vera klænar og perfekt proportioneraðar, hava eisini sett síni spor í Føroyum.
Miriam greiðir frá, at tað fleiri ferðir er komið fyri, at kvinnurnar ikki síggja sín egna vakurleika.
- Eg havi roynt at tikið myndir av damum, har vit hava fingið ótrúliga flottar myndir. Men tær hava verið keddar, tí ein lítil della kemur undan onkustaðni, ella ein bugla eina aðrastaðni. Tær hava heilt einfalt ikki havt eina realistiska mynd av sær sjálvari, og hava bara fokuserað uppá tað, sum ikki er perfekt.
- Tær hava biðið meg redigerað alt burtur, sum ikki samsvarar við idealið. Men tað geri eg ikki. Sjálvandi fínpussi eg myndirnar, og eg kann gott gera ávísar broytingar, men kvinnurnar skulu hava eina mynd av sær sjálvari, og maðurin skal kunna kenna konuna aftur á myndini, sigur Miriam flennandi. Tað er tí eitt mark fyri, hvussu nógv hon vil broyta aftaná.
Hon leggur afturat, at tær flestu eru vorðnar sera glaðar fyri myndina við tíðini, og fleiri eru komnar aftur til hennara og hava takkað henni fyri vøkru myndirnar.
Tað eru tó eisini dømi um tað øvugta. At nakrar verða sera illa við, tá tær síggja myndirnar av sær sjálvari, tí tær duga ikki at síggja seg sjálvar sum sensuellar.
- Fleiri hava reagerað við at siga: Er hatta veruliga eg?, og eisini tær hava ofta brúk fyri tíð, fyri at venja seg við myndirnar, greiðir Miriam frá.
Hon slær tó fast, at føroyskar kvinnur eru serstakliga vakrar.
- Tað er relativt lætt at taka myndir í Føroyum, tí tað eru vakrar gentur allastaðni. Og hóast allar kanska ikki líkjast modellum, so hava allar kvinnur onkra vakra síðu. Og tað er hana, eg skal royna at fanga á myndini, greiðir Miriam frá.
Góð vegleiðing og tryggleiki
Av tí, at føroysku kvinnurnar eru smædnari, krevur tað eisini meiri av fotografinum. Fyri at myndirnar kunnu gerast góðar, er neyðugt, at tær kenna seg tryggar og tora at folda seg út.
- Áðrenn vit byrja, tosa vit altíð um, hvar teirra mark gongur. Hvat tær vilja vera við til og ikki. Og eg vegleiði og tosi við tær allatíðina, sigur Miriam.
Tað verður góð tíð sett av til eina slíka myndatøku - umleið tveir tímar. Tann fyrsti hálvi tímin fer ofta til, at kvinnan skal kenna seg trygga og væl til passar. Miriam veit, at tað er nýtt fyri tær flestu at standa hálvnaknar frammafyri einum myndatóli.
- Men ofta vísir tað seg, at tá vit eru komnar í gongd, so verða mørkini, sum hon setti frammanundan, spakuliga flutt. Hon dugir tá at síggja, at um eg til dømis biði hana fara úr brósthaldaranum, so er tað tí, at tað veruliga ger myndina betri og meiri sensuella. So taka vit nakrar myndir, og hon sleppur at síggja tær.
- Tá tær síggja myndirnar, duga tær flestu at síggja, at tað riggar betri, um tær flyta síni mørk eitt sindur, men um tær framvegis standa við sítt, so virði eg sjálvandi tað, og so verða tær myndirnar slettaðar aftur, sigur Miriam, og slær samstundis fast, at hon ikki vil gera fúlar myndir, men at tær skulu vera vakrar og sensuellar.
Heimligt og avslappað
Boudoirmyndirnar hjá Miriam kunnu takast allastaðni, men Miriam setur tó nøkur krøv til location.
- Um tær hava eini vøkur hús, so er tað perfekt, men eg kann eisini skaffa locations, um tær ikki vita nakað stað. Eg leggi stóran dent á, at tað skal vera heimligt og heitt, so stemningurin verður so avslappaður, sum gjørligt.
Miriam møtir av og á kvinnum, sum kundu hugsað sær at tikið boudoirmyndir, men sum hava fingið strekkmerkir eftir barnsburð, sum hava okkurt stórt arr ella sum av øðrum orsøkum ikki halda seg framat. Men hetta er eingin trupulleiki.
- Um tær siga mær tað frammanundan, so kann eg hava tað í huga, tá eg taki myndirnar. Tær skulu ikki kenna tað sum um, at tær posera síni strekkmerkir. Tað eru nevniliga nógv ting, sum man kann gera, fyri at tað, sum tær eru keddar av, ikki kemur í fokus, men verður dempað niður.
- Um hon hevur tað gott og er trygg, meðan vit fotografera, so sæst tað eisini aftur á myndunum. Tað mest frustrerandi fyri meg er, um hon ikki torir at sleppa teymunum. Tí allar kvinnur eru vakrar á sín hátt, og tað er mín uppgáva er at fáa tað fantastiska við kvinnuni fram.
Fakta um Miriam:
* Gvøðny Miriam Gunnarsson
* 25 ár
* Hevur í sjey ár verið gift við Janusi, sum er hin helvtin av foto-toyminum Miriam&Janus
* Sjálvlærdur fotografur við óteljandi tímum handan myndatólið
* Tekur mótamyndir, lýsingar, brúðarmyndir, konfirmatiónsmyndir o.m.a.
* Hevur seinastu tvey árini eisini arbeitt við Miriam Boudoir, sum eru vakrar og sensuellar myndir av konufólki.
* Besta við starvinum er at sleppa at folda seg út kreativt og fáa fríar teymar
* Sí meiri á www.miriamjanus.com ella á facebook undir »Miriam & Janus photography«
Fakta um Miriam Boudoir
* Myndatøkan tekur einar tveir tímar
* Málið er, at tað skal vera ein góð uppliving, tí er tryggleikin í hásæti.
* Til ber at keypa ein pakka, har hár og make-up eisini verður ordnað til høvið. Hetta er í samstarvi við Lailu Carlsen og Barbaru Chaparro.
* Kvinnan verður biðin um at taka hópin av undirklæðum og lingeri við til myndatøkuna, og saman við Miriam verður so gjørt av, hvat riggar best til júst tær myndirnar, sum kvinnan ynskir.
* Ein hópur av myndum verða tiknar, og eftir myndatøkuna verða síðani millum 10 og 16 myndir valdar út, sum kvinnan fær.
* Miriam hevur valt at seta 18 ára aldursmark á Boudoirmyndirnar, men uppeftir er einki aldursmark.
* Eingi krøv verða sett til útsjóndina yvirhøvur.
* Sí meiri á facebook, undir »Miriam Boudoir«
NB!
Boudoirmyndirnar, sum her verða vístar, eru tiknar við tí fyri eyga, at verða vístar fram. Tað er sostatt við samtykki frá kvinnunum. So tú skalt ikki vera bangin fyri brádliga at enda í Sosialinum, um tú tekur Boudoirmyndir.










