Tað fór mær kalt niður eftir rygginum

Kann tað passað? Óvirkin venjingarhylur á skúlanum á Trøðni í 3 ár??? Í 3 ár ??

Var eingin politikari sum stríddist fyri søk teirra, ið tørva venjingar í slíkum hyli?? Hava politikarar mist hjartað og samhuga við teim, ið hava serligan tørv??

Peningur manglar so ikki – í hesum tíðum, tá fjøll og tunlar verða sprongdir sum ongantíð fyrr!!

Nei, her má vend koma í!! Hjartalag og tað menniskjaliga má vera við í avgerðum, ið tiknar verða!

Eg bjóði meg fram aftur og vil stríðast fyri rættindum teirra, ið hava serligan tørv!