Tað fær ikki verið meiri spennandi

Pallurin er settur til so spennandi FM finalu í kappingini millum 10-mannaførini, sum tað ber til at ímynda sær

Myndin á Havnarvág hoyrir árstíðini til: Frá tíðliga á morgni og út á kvøldið síggjast kappróðrarbátar aftur og aftur stríða seg av Argjalandinum og framvið Molanum og inn undir Skipafelagið.

Stutta ólavsøkumálið verður róð umaftur og umaftur, og ýti verða sett og tøk tald. Reystu røddirnar á stýrimonnunum hoyrast geva boð, og manningarnar leggja alla orku í.

Soleiðis eigur tað at vera, og soleiðis er tað.

At ferðslan er stór á Havnarvág boðar eisini frá, at áhugin fyri kappróðri er ógvuliga stórur í høvuðsstaðnum, har bátar, sum ikki vanliga venja í høvuðsstaðnum, hava vitjað í hesi vikuni.

Tað sæst eisini aftur í úrslitunum, at áhugin er stórur í Havnini, har tað búgva flestir ungdómar. Dreingirnir og kvinnurnar við Sílinum og kvinnurnar á Jarnbardi eru heilt vís í at fáa handað FM krónur og steyp ólavsøkuaftan. Drekin við gentum er favorittur í gentukappingini við Hvassa, og tað er greitt, at ólavsøkuvinnarin og FM vinnarin í kappingini millum 10-mannafør verður úr høvuðsstaðnum.

Tað er bara í kappingini millum 6-mannaførini við monnum og 8-mannaførini, at úrslitini higartil hava verið soleiðis, at tað tykist lítið sannlíkt, at bátar úr høvuðsstaðnum skulu vinna á ólavsøku. Sundabáturin er FM favorittur í kappingini millum 6-mannaførini, har Riddarin er favorittur at vinna á ólavsøku, og í kappingini millum 8-mannaførini er Heiðabáturin longu meistari og greiður ólavsøkufavorittur. Vestanstevnuróðurin bar eina lítla ábending um, at Argjabáturin ætlar at gera ein vørr av Argjahøvda og fram við Molanum.


FM finalan

Síðani á vestanstevnu hevur aftur og aftur verið róð aftur á aftur, hvussu framúr útgangsstøðið fyri FM finaluni millum 10-mannaførini er. Havnarbáturin og Ormurin liggja lið um lið í stigum. Harvið er tað greitt, at tann av hesum báðum bátunum, sum verður fyrstur um málstrikuna í síðsta FM róðrinum yvirhøvur í ár, verður meistari. Tað fær ikki verið meiri spennandi og dramatiskt.

Bátarnir hava viðhvørt verið at sæð um somu tíð á Havnarvág í vikuni upp undir síðsta róðurin. Men Havnarbáturin og Ormurin hava ikki kappróð. Teir hava kanska lúrt eitt sindur eftir hvørjum øðrum. Men tað er ikki neyðugt! Í teimum seks FM róðrunum, sum hava verið fyrr í summar, hava hesir báðir bátarnir knúlvast og kappast. Róðrarnir eru eftirmettir aftur og aftur, og innanborða hevur verið tosað og tingast um, hvussu tað nú skal leggjast til rættis fyri at leggja kappingarneytan aftur um seg.


Prikkurin restar

Havnar Róðrarfelag er gamla róðrarfelagið í høvuðsstaðnum. Róðrarfelagið Knørrur er nýggjara felagið, og Knørrafelagið er tað felagið, sum seinastu árini er vaksið mest og hevur tikið seg mest fram í sigrum og úrslitum.

Tað er, sum tá ið HB og B36 kappast um FM heitið í fótbólti, og tá ið Neistin og Kyndil kappast um FM heitið í hondbólti, nú 10-mannaførini hjá teimum báðu stóru róðrarfeløgunum í høvuðsstaðnum stríðast fyri at vinna FM.

Havnar Róðrarfelag hevur tryggjað sær tvey og næstan trý FM heiti, og Knørrafelagið hevur tryggjað sær eitt FM heiti.

Men tað er eingin ivi um, at prikkurin yvir i-num í væl eydnaðum kappingarári verður, um tað eydnast flaggskipinum at vinna á ólavsøku og harvið at vinna FM heitið.

Soleiðis er tað í Havnar Róðrarfelag, har tey vóna og rokna við, at tað verður Havnarbáturin, sum fer at vinna FM fyri fyrstu ferð síðani 2004, tá ið Havnarbáturin eisini vann á ólavsøku. Tað hevur hann ikki megnað síðani tá.

Og soleiðis er tað í Róðrarfelagnum Knørri. Ormurin er nýggjur bátur, og tey í Knørrafelagnum hava ongantíð áður luttikið í kappingini millum 10-mannaførini. Fyri tey í felagnum og vaksandi viðhaldsskarðanum hevði tað verið kanón, um tað hevði eydnast at vunnið ólavsøkuróðurin við Orminum.

Í fjør vann Havnar Róðrarfelag einki FM heiti. Tað kemur sjáldan fyri, at ólavsøkuvertirnir ikki vinna FM. Í ár hevur Havnar Róðrarfelag longu tryggjað sær tvey FM heiti og tað triðja er undir borðinum. Í fjórða førinum er tað borð um borð og stavn um stavn hjá Havnarbátinum, sum kappast við Ormin.

Í bæði tí eldra og yngra felagnum hevur úrslitið í síðsta ólavsøkuróðrinum ógvuliga nógv at siga, tá ið tað fer at verða hugt aftur á róðrarárið 2008. Sigurin í kappingini millum 10-mannaførini er oftra umrøddi prikkurin, sum skal til. Tað fær ikki verið meiri spennandi!