Tað eru ávísar orsøkir til at flogvøllurin í Vágum ikki verður stongdur

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur, at tað er ørskapur at lata flogfar eftir flogfar lenda í Vágum

Tað er ikki fakligt grundarlag fyri at lata flogvøllin í Vágum, aftur.

Tað siga myndugleikarnir í Føroyum, nú tey hava hert munandi um verjutiltøkini í eini roynd at forða fyri at corona-smittan breiðir seg.

Myndugleikarnir hava verið fyri hørðum atfinningum tí at flogvøllurin í Vágum ikki verður stongdur, tí tað koma fleiri full flogfør til Føroyar hvønn einasta dag og tey halda, at tað er burturvið, at føra so nógv fólk til Føroya, tí verður flogvøllurin afturlatin, kann smittuvandin minkast munandi. Og tey duga ikki at síggja nakra forðing í at hava neyðsendarflúgving við sjúklingum og læknum fyri tað um øll vanlig flogferðsla verður niðurløgd.

Fá hava verið so hvassorðað í sínum atfinningum sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

– At fólk verða biðin um sjálv at siga frá, um tey eru í vandabólkinum, er ikki nóg gott. Tey flestu sum eru smittað, vita ikki, at tey eru smittað fyrr enn tey blíva sjúk.

Og hann heldur, at tað er ørskapur at hava flogvøllin opnan.

– Vit eru í eini ófatiliga hepnari støðu, tí eingin er smittaður í Føroyum. Nærum einki annað land er so væl fyri, sigur hann og tí heldur hann at flogferðslan skuldi meststum verið steðgað, umframt at gróthart eftirlit skuldi verið við teimum, sum koma.

Annars hevur Smyril Line gjørt av, at hesar næstu vikurnar sleppa ferðafólk ikki við Norrønu.

Les meiri um tað her: Norrøna fer ikki at sigla við ferðafólki

Men flogvøllurin verður ikki stongdur, hóast ført hevur verið fram, at tað kundi fyribyrgt smittuni.

Myndugleikarnir hava víst á, at undir øllum umstøðum er tað veruleikafjart at halda smittuni burtur, men veksur talið á smittaðum, verður støðan endurskoðað.

Løgmaður sigur, at fyribils hava vit mett, at tað er ráðiligt at hava flogvøllin opnan, tí endamálið er ikki at lata alt samfelagið niður.

Løgmaður sigur, at hóast flogvøllurin ikki verður stongdur, verða tiltøk sett í verk, tí ferðafólk skulu upplýsa um tey hava havt samband við smittað fólk, ella um tey hava verið í sambandi við smittað fólk.

Hann sigur, at enn er endamálið at vit royna at forða fyri smittuspjaðing og tey sum eru í vandabólki, hava sjálvi ábyrgd at siga frá, og at taka ábyrgd.

Støðan er ikki so hættislig enn, at vit halda, at tað er neyðugt at lata alt landið aftur, sigur løgmaður.

Myndugleikarnir hava eisini ført fram, at tað er neyðugt at flúgva aftur og fram við sjúklingum, sum skulu í serviðger uttanlands, ella sum skulu heim eftir serviðger uttanlands.

Tað er eisini neyðugt at flúgva fyri at kunna flyta serlæknar til Føroya, sum koma uttanlands við regluligum millumbili higar at arbeiða og at viðgera sjúklingar í Føroyum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurin í heilsumálum, sigur at Heilsuverkið brúkar 100 setur hjá Atlantsflogi um vikuna til sjúklingar og tí ber ikki til at lata flogvøllin aftur.

Hinvegin sigur landslæknin, at mannagongdin í Føroyum er tann sama, sum mannagongdin, tey brúka í Føroyum, men tað hevur ikki eydnast at beina fyri corona.

Og hann er sannførdur um, at talið á smittaðum í Føroyum fer at økjast, men endamálið er at vit ikki fáa ov nógv smittað ísenn so at heilsuverkið ikki hoyknar undan byrðuni.

Fútin sigur, at tey fylgja gongdini á flogvøllinum og at tey eru til reiðar at seta tey tiltøk í verk, sum eru neyðug.

Men hetta er eisini ein spurningur um at kunna liva eitt so vanligt lív, sum tilber, hóast støðan er álvarslig, sigur hann.

Løgmaður er samdur við hesum, tí hann sigur, at vit eiga at royna at hava ein so vanligan gerandisdag, sum tilber. Men fylgt verður við støðuni, og broytist støðan, verður málið tikið upp aftur.