Tað er altíð spennandi og tætt, tá ið B36 og HB bresta saman, og í dag er tað serliga spennandi.
Tað er ongantíð áður komið fyri, at tvey lið hava fulla úrtøku eftir fýra umfør. Soleiðis er tað í ár, og tað eru grannarnir í Gundadali, sum eru topplið við 12 stigum í part.
13 av 20 ferðum síðani túsundáraskiftið er FM steypið endað í Gundadali.
HB hevur vunnið FM í 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013 og 2018.
B36 hevur vunnið FM í 2001, 2005, 2011, 2014, 2015.
Tølini siga eisini, at tað er ógvuliga javnt í grannauppgerðunum.
55 grannauppgerðir hava verið síðani 2000. B36 hevur vunnið 18 ferðir, HB hevur vunnið 15 ferðir, og 22 ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 81 – 79 til fyrimunar fyri B36.
Í báðum legum hava teir skaðar at dragast við.
B36 málverjin Símun Rógvi Hansen var ikki við í Trongisvági mikukvøldið. Tað er rættiliga ivasamt, um hann verður við ídag. Greitt er tað, at liðformaðurin Andrias H. Eriksen ikki verður við. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Ein annar miðverji, Erling D. Jacobsen, er skaddur í knænum, og Hugin Samuelsen er plágaður av vøddaskaða í búkinum.
Hjá HB er tað dyggur smeitur, at Adrian Justinussen ikki er førur fyri at spæla næstu vikurnar orsaka av brotnum beini í fótinum. Øssur Dalbúð noyddist av vøllinum ímóti Víkingi. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Miðverjin Delphin Tshiembe er plágaður av skaða í lærkrikanum, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla.
Heðin Hansen er tøkur aftur eftir leikbann.
B36 – HB: Petur Reinert kl. 15.00.