Tað eru ikki bara teir heilt ungu dreingirnir, sum akkurát hava fingið koyrikort, sum koyra skjótt. Tvørtur ímóti vísir ein kanning hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, at tilkomnir bilførarar koyra eisini skjótt, og tað er ikki fyrr enn bilførarar koma upp í árini, at teir slaka av.
Hinvegin váttar kanningin, at tað, sum verður sagt um, at mannfólk koyra skjótari enn konufólk, tað passar.
Kanningin er gjørd soleiðis, at bilførarar kring landið eru spurdir um teirra koyrivanar. Og kanningin vísir, har tað er loyvt at koyra 80, siga mannfólk, at sum heild koyra teir vanliga yvir 88 kilometrar um tíman, men konufólk koyra væl spakuligari, tí tær siga, at tær koyra góðar 86 kilometrar um tíman.
Men tað eru ikki teir blaðungu bilførararnir, sum koyra skjótast. Bilførararnir, sum eru ímillum 18 og 29 ár siga seg koyra næstan 89 kilometrar um tíman, men eldri bilførarar, ella teir tilkomnu bilførararnir, sum liggja ímillum 30 – og 49 ár, koyra eitt vet skjótari.
Tað er ikki fyrr enn bilførararnir fara upp um tey hálvthundrað, at teir fara at slaka eitt sindur av, men tey, sum koyra spakuligast, eru teir eldru bilførararnir yvir 60 ár, tí teir siga seg koyra eini 84 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 – og tað eru samstundis eisini teir bilførararnir, sum eru lagaligast í ferðsluni, í hvussu so er hvat ferð viðvíkur.