21. umfar í Formuladeildini er nú á skránni. Fýra dystir verða seinnapartin í dag. Tann síðsti - botnuppgerðin á Skála - verður mánakvøldið.
Sambært veðurforsøgnini verða líkindini góð at spæla fótbólt seinnapartin í dag. Sagt verður frá lítlum lágættarloti, sum seinnapartin skiftir í vestan. Tað regnar í morgun, men seinnapartin verður roknað við skýggjaðum lofti, og møguliga toku og sirmi. Hitin fer at liggja millum 10 og 14 stig.
Í dag
Víkingur-B36: Eiler Rasmussen kl. 15
NSÍ-ÍF: Petur Reinert kl. 15
EB/Streymur-B68: Ransin Djurhuus kl. 15
HB-B71: Georg Rasmussen kl. 15
Mánadagin
Skála-KÍ: Dagfinn Olsen
Støðan
EB/Streymur 44
NSÍ 34
HB og B36 33
Víkingur 32
B68 26
ÍF 23
KÍ 21
B71 18
Skála 15