Risastóra bingjuskipið Ever Given, sum hevur stongt Suez-veitina síðan seinasta týsdag, hevur gjørt, at fleiri hundrað skip hava ligið og bíðað eftir at sleppa eftir hesi týdningarmiklu farleið.
Í morgun verður sagt, at bingjuskipið nú partvís er leyst, eftir at tað hevur eydnast sleipibátum at loysa frampartin á skipinum.
Maritimi tænastuveitarin - Inchcape - sigur á Tvitter, at Ever Givin nú flýtur aftur, og at skipið nú verður tryggjað, áðrenn tey koma við fleiri upplýsingum um gongdina.
Sambært Wall Street Journal er skipið nú lutvíst leyst og stjórin fyri myndugleikarnar í Suez-veitini, Osama Rabie, sigur við ávísina, at partur av skipinum nú er leyst úr botni.
- Hetta eru góð tíðindi. Vit eru ikki liðug enn, men skipið hevur rørt upp á seg, sigur hann.
Myndugleikarnir, sum hava ábyrgd av Suez-veitini, siga, at sleipibátarnir fara at arbeiða í nakrar tímar aftrat fyri at tryggja, at skipið kann flyta seg upp ígjøgnum veitina. Hetta merkir, skriva útlendskir miðlar, at Suez-veitin væntandi skjótt kann lata uppaftur.