Uruguay og Egyptaland settu fyrr í dag hol á bólk B í HM-endaspælinum – ein dystur, sum endaði við 1-0-sigri til Uruguay – og nú kl.16.00 verður seinni dysturin í bólkinum á skránni, tá ið Marokko og Iran hittast. Tað eru ikki nógv kend nøvn á vøllinum, og nógv bendir á, at tað ikki koma nógv mál.
Bólkur B
Marokko – Iran
Saint Petersburg Stadium, kl.16.00
Dómari: Cüneyt Çakır (Turkaland)
Marokko lat ikki eitt einasta mál ígjøgnum í undankappingini, har tað bleiv til tríggjar sigrar og tríggjar javnleikir í bólki við Fílabeinsstrondini, Gabon og Mali. Venjarin, Hervé Renard, hugsavnar seg mest um verjupartin, men við málúrtøkuni 11-0 prógvaði Marokko, at teir eisini duga okkurt í álopspartinum. Norðurafrikanska landið hevur eisini staðið seg væl í venjingardystum seinasta góða mánaðin undan HM: 2-1-sigur á Slovakia, 3-1-sigur á Estlandi og málleysur javnleikur ímóti Ukraina. Umframt at hava víst gott spæl, so hevur viljin og orkan eisini lýst úr marokkarunum, og nøkur vilja vera við, at Marokko er eitt av mest undirmettu londunum í HM.
Byrjunaruppstilling: Monir El Kajoui, Mehdi Benatia, Romain Saiss, Achraf Hakimi, Amine Harit, Younes Belhanda, Mbark Boussoufa, Karim El Ahmadi, Hakim Ziyech, Nordin Amrabat, Ayoub El Kaabi
Iran útmerkar seg á somu økjum sum Marokko, nevniliga í verjupartinum. Iran helt málið reint fyrstu níggju undandystirnar, og – hóast mótstøðan í endaspælinum nú er ein heilt onnur – so slepst ikki undan, at Iran, undir fyrrverandi Real Madrid-venjaranum, Carlos Queiroz, hevur bygt eina sterka eind, ið er trupul at bróta niður. Málúrtøkan í tíggju undandystum var 10-2, og á veg til HM hevur Iran fylt sær eitt sindur av sjálvsáliti við 1-0-sigrum á Usbekistan og Litava. Av tí at bæði Iran og Marokko liggja aftarliga á vøllinum og skjóta fá mál, so verður ikki beinleiðis roknað við nakrari málveitslu í hesum dystinum, har Marokko tó er lítil favorittur.
Byrjunaruppstilling: Ali Beiranvand, Ehsan Hajsafi, Roozbeh Cheshmi, Morteza Pouraliganji, Ramin Rezaeian, Masoud Shojaei, Omid Ebrahimi, Vahid Amiri, Karim Ansarifard, Alireza Jahanbakhsh, Sardar Azmoun
Metingar
Sannlíkindi sambært miðaloddsunum hjá veddingarfyritøkum:
Marokko: 43%
Javnleikur: 32%
Iran: 25 %
Sjónvarp
Nakrar av sjónvarpsrásunum, ið vísa dystin:
KVF, TV2 Danmark, NRK1, SVT1 (fyrra hálvleik), SVT2 (seinna hálvleik), ITV, Fox