Tað eru avbjóðingarnar hjá løgregluni

Ein ókendur mótpartur. Ókendir skógvar. Ókendur bilførari. Einki lík. Og tveir skuldsettir menn, sum báðir ganga leysir.

 

 

Hetta eru avbjóðingarnar hjá norsku løgregluni, sum roynir at loysa gátuna um, hvat hendi ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, hin 31. oktober í 2018. Hvør stóð aftan fyri álvarsligu brotsgerðina, tá konan hvarv úr heimi sínum? Hendingin fór fram, meðan maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, sum nú er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, var til arbeiðis. Miljarderurin hevur tískil eitt alibi - ella fráveruprógv - sum sigur, at hann var slett ikki undir lonini, tá brotsgerðin ímóti konuni varð framd.

Kortini heldur norska løgreglan, at 70 ára gamli, Tom Hagen, sum telist millum ríkastu fólk í Noregi, hevur ein leiklut í brotsgerðini. Løgreglan hevur skuldsett mannin, men kortini heldur norska rættarskipanin, at grundarlag er ikki fyri at varðhaldsfongsla Tom Hagen. Rætturin metir ikki, at prógvini er nóg góð og heldur, at maðurin eins væl kann vera ósekur sum sekur. Ein annar maður í 30-árunum, sum skal hava kunnleika til kryptovaluta, er skuldsettur fyri frælsistøku - ella "frihedsberøvelse" - men eisini hann gongur leysur.

Bæði maður, Anne-Elisabeth Hagen, Tom Hagen og ungi maðurin, sum hevur kunnleika til kryptovaluta, nokta seg sekar og siga seg ongan leiklut hava í brotsgerðini. Ungi maðurin hevur enntá rópt skuldsetingina hjá løgregluna "absurda". At hava kunnleika til kryptovaluta, merkir ikki, at tú neyðturviliga ert brotsmaður. Tom Hagen og ungi maðurin hava nakrar ferðir hitt hvønn annan, men báðir hava teir sagt, at talan hevur verið um forrætningsprát burturav.

VG hevur viðgjørt nakrar av teimum avbjóðingum og spurningum, sum norska løgreglan hevur í gátuføra málinum. Hvønn leiklut heldur løgreglan, at Tom Hagen hevur? Halda tey, at hann hevur dripið konu sína - ella halda tey, at hann hevur ein leiklut í brotsgerðini? Hvussu við unga manninum, sum løgreglan rópar kryptoserfrøðing? Norska heimasíðan heldur ikki, at løgreglan - eftir tí, sum heimasíðan skilir - hevur megnað at svarað hesum spurningum.

Fráveruprógvið hjá Tom Hagen er, at ein vakmyndaupptøka vísir, at hann kemur til arbeiðis feigdardagin millum klokkan 09.10 og 09.15, samstundis sum seinasta lívstekin hjá Anne-Elisabeth Hagen er sama morgun klokkan 09.14, tá hon snakkar í telefon við sonin hjá sær. Einar 34 minuttir eftir hesa samrøðu ringir ein granni og elektrikari til hennara, tí tey hava eina avtalu um, at hann skal koma á gátt at skifta nakrar lampur. Men, tá svarar telefonin hjá ríkmanskonuni ikki.

Elektrikarin undrast yvir, at hon ikki tekur telefonina. Sama morgun, tá Tom Hagen kemur til arbeiðis, ringir hann fleiri ferðir til konu sína, men hon tekur ikki telefonina. Sama er við soninum, sum hon snakkar við í síni seinastu telefonsamrøðu. Tá Anne-Elisabeth Hagen ringdi klokkan 09.14, var sonurin ikki uppi. Tí snakkaðu tey bert eina pinkulítla løtu. Sonurin hevði eitt sindur ringa samvitsku eftir telefonsamrøðuna, tí hann helt, at hann kanska ikki hevði svarað mammu síni serliga væl aftur. 

Men, tá hann ringdi aftur lutfalsliga stutt eftir fyrru telefonsamrøðuna, svaraði mamman ikki, og eingin hevur hvørki hoyrt ella sæð nakað til hennara aftur. Hon er sporleyst horvin. Løgreglan metir, at Anne-Elisabeth Hagen hevur verið fyri einari brotsgerð í heiminum - at hon er dripin, og síðan er líkið flutt út úr húsinum og í ein bil. Men, tað veit eingin við vissu, og framvegis eru nógvir ósvaraðir spurningar, eins og løgreglan framvegis stendur yvirfyri stórum avbjóðingum í størstu krimigátu í Noregi nakrantíð. 

Millum tær avbjóðingar, sum løgreglan hevur, eru hesar: Ein ókendur mótpartur, ókend skógvaspor í heiminum í Lørenskog, ókendur bilførari í umhvørvinum - og einki lík. Haraftrat hevur løgreglan tveir menn skuldsettar í málinum, men teir ganga báðir leysir, tí rætturin metir ikki, at grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla menninar.