Skal koronakreppan grava gjáirnar ímillum fólk enn djúpari, ella kunnu vit nú skapa eitt sjálvstøðugt, betri, rættvísari og burðardyggari samfelag. Hetta er ein spurningur, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, setir í formansfrágeiðingini á flokstingi í Tjóðveldi í dag.
– Tá ið politiskar avgerðir, ella gongdin í heimsbúskapinum, elva til, at inntøkurnar hjá teimum størstu fyritøkunum veksa, skulu tær eiga allan vinningin, men samfelagið, smærru fyritøkurnar og skattgjaldarin, skulu onki hava.
– Nei, nú skulu marknaðarkreftir ráða, og samfelagið skal blanda seg utttanum.
– Men tá ið politiskar avgerðir, ella gongdin í heimsbúskapinum, elva til, at inntøkurnar minka, og verða hóttar, tá skal samfelagið, smærru fyritøkurnar og skattgjaldarin, eiga alla rokningina.
– Koronakreppan verður, eins og aðrar kreppur, brúkt sum umbering fyri at trýsta fakfeløg og løntakarar at sleppa vunnum rættindum. Vit síggja tað kring heimin og vit hava sæð tað her heima og í Atlantsflogi.
– Vit síggja tað í lønarsamráðingum og standa vit ikki fast um at verja lønarrættindi og felags kassarnar, fara vit eisini at síggja tað í komandi tíðum.
Høgni Hoydal sigur, at læran er, at tað er altíð tann vanligi løntakarin, og skattgjaldarin, og tey vanligu vinnurekandi í Føroyum, sum skulu gjalda fyri alla niðurgongd og allar kreppur.
– Tey, sum eiga tær flestu ognirnar, og fíggjarheimurin, skulu altíð bjargast av skattgjaldaranum og vanliga fólkinum. Tey skulu hava uppaftur meira av felags ognunum og virðunum í samfelagnum, bæði tá ið gongur uppeftir, og tá ið gongur niðureftir.
– Men tey, ið arbeiða og skapa virðini, tey, ið royna at reka sínar fyritøkur við skili og yey, sum í privatum ella almennum starvi, bera samfelagnum uppi og royna at skapa eitt rímiligt og sømuligt lív í gerandisdegnum, tey skulu altíð gjalda við lønarniðurskurði, mistum ognum, arbeiðsloysi, og við »at vísa hógv og samfelagssinni«
Høgni Hoydal sigur, at besta dømið um hetta er at 1. januar samtykti samgonga, at tey 4-5 størstu reiðaríini í uppsjóvarvinnuni og flakatrolaravinnnuni, skuldu hava eyka virðir fyri minst 250 milliónir um árið. Harafturat fingu tey ein skattalætta í tilfeingisgjaldi upp á 55 til 100 milliónir um árið. Men tey smærru reiðariíini, útróðrarflotin, línuskipini, garnaskipini og trolarar, ið ikki eru í ogn hjá teimum størstu reiðaríunum fingu ikki hesa gávu. Og manningarnar komu at rinda einar 20 milliónir meira tær rindaðu undir nógv útskeldaðu skipanini hjá undanfarnu samgongu.
– Tey virðini, ið her vórðu latin, kundu fíggjað ein trivaligan skattalætta til vanliga løntakaran ella ein stóran part av rakstrinum hjá heilsuverkinum ella forðað fyri teimum stóru hallunum á fíggjarlógini nú.
– Ístaðin sigur landsstýrið, at løntakarin, einkjupensjónir, fyritíðarpensjónistar, fólk við tørvi á lívsneyðugum heilivági, og fólk við almannaveitingum, mugu spara, gjalda meira og vísa afturhald.
Og nú er tað nógv, sum bendir á, at ætlanin er, at tey stóru virðini, og útlendskur kapitalur, skulu kunna brúkast til at keypa SEV og Føroya Tele, sum annars eru okkara felags virði.